Síðan 1974, tá ið Elin Mørkøre varð sett í starv sum giktalækni, hava giktsjúk fólk í Føroyum havt serlækna. Í trý ár ? ella síðan 1971 ? hevði Elin tá havt privatpraksis. Fyrstu tíðina eftir setanina av giktalæknanum, varð hildið, at brúk var einans fyri 10 tímum um vikuna til serlæknaviðgerð.
- Men skjótt vísti tørvurin seg at vera størri, og Reumatologiska deild gjørdist ein veruleiki. Tá ið Elin Mørkøre gavst í 1999/2000, var hon í fulltíðarstarvi. Aftrat hesum hevði hon eisini privatpraksis.
Eingin serlækni
Formaðurin í Giktafelag Føroya, Leila Solmunde, vísir á, at arbeiðsbyrðan hjá serlæknanum var stór, tí hon røkti alla serviðgerð innan giktaøkið einsamøll.
- Vitanin hjá Elini Mørkøre var tískil ógvuliga breið á hesum øki, sigur hon.
10 seingjarpláss vóru sett av á B7 til giktaøkið, men talið varð skorið niður í 8 ? og endaði heilt niðri á 6 seingjarplássum.
Leila sigur, at í dag er eingin serlækni á Landssjúkrahúsinum, tí trot er á serlæknum allastaðni.
- Ein konsulentskipan við danskar giktalæknar er einasta tilboðið, vit hava. So, her stendur illa til.
Hon sigur, at ein lækni kemur higar og er her í mesta lagi í 5 dagar. Síðan kemur eingin aftur tær næstu 6 vikurnar.
- Hesir læknar eru heldur ikki teir somu. Tað eru 5, sum skiftast. Bíðirøðirnar veksa, og pensjónssakir verða ikki avgreiddar. Hetta er støðan, vit sum felag fáa flestar klagur um.
Giktsjúk niðurpínd
Giktafelagið heldur, at tann vitan, sum er bygd upp á økinum, nú fer fyri bakka, tí deildin er ikki longur serdeild fyri hendan bólkin av sjúklingum.
- Hetta er eitt sera niðurpínt og undirprioriterað økið. Tá ið eitt øki soleiðis verður undirprioriterað, fellir eisini tann servitan, sum er bygd upp, burtur ? og onnur sergrein tekur yvir.
Leila heldur, at royndir kundu verið gjørdar at fingið serlæknar úr øðrum londum enn Danmark, eitt nú Íslandi, higar til lands at starvast.
- Men skulu vit fáa ungar læknar higar, er neyðugt við góðum arbeiðsumhvørvi.
Formaðurin í Giktafelagnum sigur, at reumatologiin er í einum avkróki á Landssjúkrahúsinum.
- Í bíðistaðnum, sum er í gongini, er gjóstur og kalt. Har er ikki so frægt sum ein rímiligur stólur til fólk at sita á.
Nýggi bygningurin
Í samrøðuni, fellir prátið eisini á nýggja bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.
- Hvør sleppur at verða har? spyr Leila Solmunde ? og hon er skjót at svara sjálv:
- Tað verður neyvan reumatologiin.
Hon sigur, at í dag er tað soleiðis, at fólk skulu ikki vera innløgd longur. Alt skal ganga fyri seg á einum ambulatorii.
- Hetta er eisini í lagi, tí soleiðis verða sjúklingarnir viðgjørdir í framtíðini. Men skal slíkt gerast, er neyðugt at menna ambulatoriið, soleiðis at tað, sum fyrr gekk fyri seg á seingjardeildini, má flytast til hesa loysnina, sigur Leila.
Eitt eldorado
Hon heldur, at tað hevði verið ógvuliga áhugavert, um ungir læknar fingu høvi at granska her hjá okkum.
- Føroyar eru eitt eldorado at granska í, um bert møguleikar verða skaptir til tess. Skulu fólk koma higar til eitt útjaðaraøki, sum Føroyar eru, má nakað spennandi skapast her.
Men, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya:
- Støðan í dag er hon, at bert 2/3 av tí, sum ein serlækni kostar, er sett av til økið. Tað kunnu vit ikki siga er at skapa møguleikar fyri batum hjá giktsjúkum í Føroyum.