– Eg vil siga, at tað er næstan eitt krav, at Strandferðslan fær eitt skip afturat.
Tað sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.,
Nú ein dagin segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, at fleiri og fleiri politikarar hava fatað, hvussu neyðugt tað er hjá Strandferðsluni at fáa eitt skip afturat.
Men enn er ikki semja um tað – og semja er heldur ikki um, antin eitt skip skal keypast ella um tað skal leigast, sigur hann.
Og Jóan Petur Abrahamsen sigur, at tað verður alsamt greiðari, hvussu átrokandi tað er at fáa eitt skip afturat, so at tað verður lættari at arbeiða.
Hetta er eitt skip, sum kann setast í sigling, tá ið onnur skip noyðast úr sigling, antin av óhappi, tekniskum breki ella tí at tað skal í dokk.
Men hetta er eisini eitt skip, sum kann røkja rutusigling mitt á degi fyri skip, sum eru í regluligari sigling, tí so fær manningin betri stundir at gera ábøtur og tað styttir so aftur um tíðina í dokk. Og talan er eisini um eitt skip, sum kann sigla leigutúrar við fólki og farmi.
Tað er hent fleiri ferðir, at skip hjá Strandferðsluni eru tikin úr sigling, og so má annað skip útvegast – og ofta eru tað nólsoyingar, ið missa Ternuna.
Og Jóan Petur Abrahamsen sigur, at rokið ið hesar seinastu dagarnar stóðst av, at Strandferðslan strikaði ein túr um vikuna við Ternuni, vísir, hvussu stórt trýst er á Strandferðsluni – hóast talan var um ein túr, har ferðafólkatalið vanliga kann teljast á aðrari hondini.
Hann vísir á, at skipini hjá Strandferðsluni eru gomul og siglingarloyvini eru rættiliga avmarkað, samstundis sum at krøvini herðast alla tíðina. Í hesum sambandi vísir hann eisini á, at eftir siglingarloyvinum hjá Ternuni, kann hon ikki takast úr nólsoyarsiglingini fyrrenn 1. mai.
Og fyrst í mai eru teir bátarnir, vit plaga at leiga, upptiknir av síni høvuðsvinnu, sum er ferðavinnan, og tá fáast teir ikki til leigu.
So skuldi tað verðið neyðugt at tikið eitt skip úr sigling í vetur, eru vit illa stødd, leggur Jóan Petur Abrahamsen, afturat.
Hann sigur, at tískil er hann ógvuliga spentur upp á ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, tí hann vónar og væntar, at løgmaður fer at siga nøkur orð um at Strandferðslan fer at fáa eitt skip afturat.
Fáa vit onga ábending í ólavsøkurøðuni um at vit fáa eitt skip, havi eg ógvuliga lítlar vónir um at tað verður veruleiki, sigur Jóan Petur Abrahamsen.
Hann sigur, at Strandferðslan hevur víst á tvær loysnir. Tann besta loysnin er ein norskur bátur, sum kostar 22 milliónir og sum hevur krana og kann sostatt føra fitt av farmi. Hann siglur 22 míl og kann sostatt flytast stað úr stað í eini handavending.
Ein onnur loysn er ein íslendskur bátar, sum er ein nógv bíligari loysn, men sum ikki hevur krana.
Og Jóan Petur Abrahamsen heldur, at íløgan í eitt skip afturat, er rættiliga avmarkað, tá ið hugsað verður um, hvussu stór nytta fæst úr eini slíkari íløgu