Giljanestiltakið

Tíðindaskriv frá SÍF

 

Stóra árliga Giljanestiltakið hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður í Ítróttarhøllini á Giljanesi komandi sunnudag, tann 21. oktober. Byrjað verður klokkan 16.00.

Fyrst á skránni veðrur við mótasýning, sum byrjar , tá latið veðrur upp klokkan 16.00. Sjey ymiskir handlar, bæði úr Vágum og aðrastaðni fara at luttaka. Teir eru:

Stásið

Friendtex

John Poulsen

Shop In

Thomas Dam Ítróttur

Benneton/TM Junior og

Brúðarlín.


Atgongumerki til mótasýningina kosta kr. 50,- fyri vaksin. Børn undir 14 ár sleppa ókeypis inn.

Annars er skráin tann, at:

Klokkan 17.00 byrjar mat- og køkutombola.

Klokkan 17.30 byrjar stóra eydnuhjólið, har vinningar eru nógvir og góðir. T.d. Keypmansdiskur, lútað reol, livandi lomb, saltfiskur, feskt kjøt og mangt annað.

Klokkan 19.00 undirhalda Hans Ravnsfjall og Tummas Gudmundsen við góðum livandi sangi og tónleiki.

Myndaframsýning við gomlum og nýggjum SÍF myndum verður eisini at síggja í høllini hendan dagin.

Tað verður ikki neyðugt at ganga svangur í høllini, tí matsøla verður alla tíðina, opið er.

At fáa verður: Pitabreyð við heimagjørdari fyllu, pizza, franskur hotdog, kaffi ella te við vaflum, sodavatn, góðgæti o.a.