Gilli brendi í Brann-sigri

Gilli Sørensen kann fegnast um fulla spælitíð, men kann iðra seg um brendar málmøguleikar

Gilli Sørensen fekk fulla spælitíð, tá Brann Bergen á heimavølli á Brann leikvøllinum í Bergen vann 1-0 á Tromsø frammanfyri 9.300 áskoðarum. Sigurin merkir, at Brann Bergen nú liggur á øðrum plássi við 44 stigum. Tvey stig eru niður til Odd á triðja plássi. Rosenborg hevur longu tryggjað sær norska meistaraheitið, og teir liggja 18 stig frammanfyri Brann Bergen.

 

Í dystarfrásøgnini hjá Bergens Tidende fær Gilli Sørensen bæði rós og rís. Gilli Sørensen fær rós fyri síni góðu innlegg, sum skaptu góðar støður, og málmøguleikar hjá liðfeløgunum. Hinvegin er dystarfrásøgnin hjá Bergens Tidende ikki so lítið atfinningarsom ímóti Gilla Sørensen, tá talan er um at brenna góðar málmøguleikar. Dystarfrásøgnin staðfestir, at Gilli Sørensen ikki er nakar avsluttari.

 

Komandi leygardag vitjar Brann Bergen gamla føroyingaliðnum, Sogndal, har bæði Kurt Mørkøre, Julian Johnsson, Hans Fróði Hansen og Atli Danielsen eiga nøkur spor. 

 

Støðan í bestu norsku fótbóltsdeildini : 

 

#
1 Rosenborg25195157 - 1762
2 Brann25135735 - 2244
3 Odds Ballklubb25126736 - 2842
4 FK Haugesund25117739 - 3540
5 Sarpsborg 0825116827 - 2939
6 Molde25115942 - 3938
7 Strømsgodset25106937 - 3436
8 Viking25106926 - 2936
9 Sogndal25810730 - 2934
10 Vålerenga25861133 - 3430
11 Tromsø25861130 - 3630
12 Aalesund25851234 - 4429
13 Bodø/Glimt24761130 - 3527
14 Stabæk24661228 - 3424
15 Lillestrøm25581238 - 4623
16 Start25191519 - 5012