Gilli er ferdigur í Odd

Gilli Rólantsson skal hava nýtt felag. Sáttmálasamráðingarnar við Odd komu ikki á mál

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gilli Rólantsson í dysti móti Kosovo

Norska Telemarksavisa veit at siga, at Gilli Rólantsson skal hava nýtt felag. Hann hevur í seinastuni havt sáttmálasamráðingar við norska felagið hjá sær, Odd, men tær eru ikki komnar á mál.

 

- Tað verður keðiligt at gevast í Odd, eftir at vit hava uppbygt eitt gott samanhald á liðnum, men hetta kann henda í fótbólti, sigur Gilli Rólantsson við ta.no.

 

Trongisvágsingurin sigur, at hann ikki væntar at meira kemur burturúr samráðingunum. Unnustan býr í Aalborg og føroyski landsliðsspælarin sigur, at hon ynskir at fáa hann í nærumhvørvið, men tað er ikki ambitiónin hjá Gilla.

 

- Fyrst og fremst havi eg eitt ynski um, at royna okkurt í útlandinum. Hetta er helst seinasti møguleikin, at royna okkurt nýtt umhvørvi. Eg veit, at daman vil hava meg til Aalborg, men nú fari eg at tos við allar partar um jólini, sigur Gilli við ta.no.

 

Gilli Rólantsson takkar fyri tíðina í Odd. Hann sigur seg hava møtt nógvum góðum fólki, men ásannar at skaðar hava gjørt sítt til, at viðhaldsfólkini ikki hava sæð tað allarbesta av Gilla hesi bæði árini.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Gilli Rólantsson í dysti móti Kosovo