Gilli fekk aftur minuttir og stig

Eliteserian: Gilli Rólantsson kom aftur á vøllin fyri Brann, sum vann sær stig í yvirtíðini

Gilli Rólantsson fekk samanlagt eitt korter á vøllinum, tá Brann í kvøld spældi 3-3 á útivølli móti Sandefjordi bestu deildini í Norra. Útjavnandi málið kom ikki fyrr enn fýra minuttir inni í yvirtíðini.

Tað hevur ikki gingið eftir ætlan fyri hvørki Brann Bergen ella Gilla Rólantsson hetta kappingarárið. Brann er í niðari hálvu av stigtalvuni, meðan Gilli Rólantsson hevur sitið nógv á bonkinum og verið úti við koronu.

Í dag var Brann aftanfyri 3-2, tá Gilli Rólantsson kom á vøllin í 79. minutti. Fýra minuttir inni í yvirtíðini fekk Brann horna í hørgu og skoraði eftirfylgjandi, so liðið nú hevur 25 stig fyri 23 dystir á 12 plássi. Sandefjord hevur 27 stig.

Sjónbandabrot frá dystinum sæst HER

Sandefjord – Brann 3-3 (1-0)

1–0: Martin Kreuzriegler (18.)

1–1: Robert Taylor (60.)

2–1: Harmeet Singh(61.)

3–1: Vidar Ari Jonsson (63.)

3–2: Jacob Storevik, selvmål (69.)

3–3: Fredrik Haugen (90+4.)

Brann (4-3-3): Håkon Opdal - Jon-Helge Tveita, Jon Gudni Fjoluson, Vegard Forren, Thomas Grøgaard - Petter Strand, Daniel Pedersen, Fredrik Haugen - Mathias Rasmussen (Robert Taylor fra 55.), Daouda Bamba, Sander Svendsen (Gilli Rolantsson fra 79.).

Sandefjord (4-2-3-1): Jacob Storevik - Mats Haakenstad, Lars Grorud, Martin Kreuzriegler (Sander Moen Foss fra 67.), Anton Kralj - Lars Markmanrud (Emil Pálsson fra 67.), Enric Vallès -  Vidar Ari Jonsson (Erik Brenden fra 81.), Harmeet Singh, Deyver Vega (Kristoffer Hansen fra 89.) - Sivert Gussiås (George Gibson fra 89.).