Gilli fekk eitt korter

AaB vann sera týdningarmiklan sigur, ið varð tryggjaður eftir at Gilli kom á vøllin.

Gilli Rólantsson var við í hópinum hjá AaB, sum í kvøld fekk vitjan av Randers FC í donsku Superliguni. Gilli hevur nýliga bankað upp á dyrnar til plássið á vinstra bakki, men í kvøld byrjaði hann á beinkinum.


Erik Marxen legði Randers FC á odda longu í 3. minutti, og tann 1-0-leiðslan helt sær til árakað tímaslagið, tá ið Thomas Enevoldsen javnaði til 1-1. AaB fekk tó vátan vøtt seks minuttir seinni, tá ið Kenneth Emil Petersen gjørdi sjálvmál. 2-1 til Randers FC.


Gilli Rólantsson kom á vøllin tá ið eitt korter var eftir, og tá tók at loysna hjá AaB. Fyrst javnaði Lukas Spalvis til 2-2 góðar tíggju minuttir fyri leiklok, og heilar seks minuttir inni í yvirtíðini gjørdist hesin sami Spalvis sigursharri, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-2 til AaB.


Tey trý stigini vóru ógvuliga týdningarmikil hjá AaB. Sigurin hevur nevniliga við sær, at AaB vinnur evropeiska triðja plássið frá Brøndby. Teir hava nú 28 stig, meðan Brøndby hevur 26. Oddalið er FCK við 32 stigum, meðan FC Midtjylland er nærmasti eltari við 31 stigum.