Gilli: Hetta var tað besta tá dreymurin brast

Gilli Rólantsson Sørensen hevur ikki slept dreyminum um at royna nýggja avbjóðing uttanfyri landoddarnar

Mynd: Skíggjamynd av Gilla Rólantsson Sørensen í samrøðu við Trónd Arge á Rás1

Nakrar minuttir áðrenn flytingarvindeygað læt aftur klokkan 16 í dag, boðaði TB frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Gilla Rólantsson Sørensen. Gilli flytur harvið aftur til barndómsfelagið, eftir at hann hevur verið fulltíðarsettur fótbóltsspælari í Danmark og seinastu árini í Noregi.

 

Í næstu viku fer Gilli av landinum í landsliðsørindum. Tá verður málið at spæla EM undankappingardyst í Moldova.

 

Í dag hevur Televarpið fyri fyrstu ferð havt beinleiðis sjónvarpssending um fótbólt. Tróndur Arge var vertur, og saman við honum í sjónvarpsstovuni var Agnar Prestá, og eina løtu var liðformaðurin á landsliðnum Viljormur Davidsen eisini saman við teimum.

 

Undir sendingini var samrøða við Gilla Rólantsson, sum seinastu tíðina hevur vant við Stórá í Trongisvági, og sum í kvøld fer at venja saman við nýggju liðfeløgunum:

 

-Eg havi tikið avgerð um, at í hesum umfari er mín tíð í norskum fótbólti av. Odd bjóðaði mær at halda fram í felagnum, og tvey ella trý onnur norsk feløg hava boðið mær sáttmála. Ætlanin hjá mær var og er at royna meg aðra staðni enn í Danmark og Noregi, og onkrir møguleikar hava verið upp á tal. Nú vísti tað seg, at einki av hesum varð til veruleika, og so var B planurin at skriva undir sáttmála við barndómsfelagið TB. Eg eri fegin um, at eg helt møguleikanum opnum fyri at sleppa aðrastaðni, og so er tað harvið, at tað ikki varð útlendskt felag, men at tað í fyrstu atløgu verður TB.

 

-TB formaðurin André Dalfoss hevur tosað ofta við meg um møguleikan, og tað hevur eisini havt týdning fyri avgerðina, sum eg nú hava tikið, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

 

Livir dreymurin um at sleppa uttanlands aftur?

 

-Avgjørt. TB vónar eisini, at tað fer at bera til. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við tí, men akkurát nú eri eg fegin um at vera á Tvøroyri og saman við familjuni, sum eg annars ikki síggi so nógv, og at venja saman við nýggju liðfeløgunum og at uppliva at spæla við Stór, sigur Gilli Rólantsson Sørensen í samrøðu við Trónd Arge á Rás1.

 

Fyrsti dysturin hjá Gilla Rólantsson Sørensen á hesum sinni í  TB búnanum verður sunnudagin, tá ið TB fær vitjan av ÍF.

 

Mynd: Skíggjamynd av Gilla Rólantsson Sørensen í samrøðu við Trónd Arge á Rás1