Gilli liggur næstfremst

Góða byrjanin hjá føroyska landsliðsleikaranum í Brann vekir ans í Noregi

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá nýggja kappingarárið í norskum fótbólti í ár. Kviki tvøramaðurin hevur byrja inni í øllum dystinum higartil, og er eisini komin á máltalvuna og assist talvuna higartil.

 

Og góðu avrikini hjá Gilla Rólantsson Sørensen vekja av álvara ans í Noregi í hesum døgum. Norska blaðið, VG, ið árliga velur ársins leikara í norskum fótbólti, hevur eina stigatalvu á sínari heimasíðu, ið samlar stig frá hvørjum leikara eftir hvørt umfar sum er spælt í Noregi.

 

Har liggur Gilli Rólantsson Sørensen serstakliga væl fyri higartil, nú seks umfør eru leikt av kappingarárinum. Gilli Rólantsson Sørensen liggur á øðrum plássi á stigatalvuni hjá VG, har hann samanlagt hevur fingið 6,00 stig í miðal fyri teir dystirnar, sum hann hevur spælt í ár. Hann er 0,33 stig aftanfyri Ohi Anthony Omoijuanfo, sum umboðar Stabæk, og sum hevur 6,33 stig á fyrsta plássinum.

 

Gilli Rólantsson Sørensen skifti seint í fjør summar til Brann frá danska felagnum, AaB.