Gilli: Mikkjal og Fredrikstad passa væl saman

Føroyski landsliðsspælarin sigur at Frederikstad FF er eitt felag við stórum møguleikum

Frederikstad FK hevur í dag kunngjørt, at Mikkjal K. Thomassen er nýggjur venjari í felagnum. Gilli Rólantsson, sum hevur spælt í norskum fótbólti síðani 2016, heldur fyri at Mikkjal K. Thomassen og Fredrikstad FK passa væl saman. Hetta er eitt felag, sum í stødd kann spæla í bestu deidlini.

 

- Hetta er eitt stórt felag við stórum møguleikum. Felagið hevur ein stóran leikvøll og tað er ein fótbóltsbýur. Hetta er ótrúliga spennandi fyri Mikkjal sjálvan, sigur Gilli Rólantsson og leggur afturat:

 

- Mikkjal er ein ordiligur leiðari og eg haldi at hann passar væl saman við Fredrikstad, sum mundi flutt upp í fjør, men taptu í Play-off. Eg ivist onga løtu í, at hann kemur at klára seg væl. Ein super avbjóðing til klárt tann besta venjaran í Føroyum, sigur Gilli Rólantsson.

 

Gilli Rólantsson spældi fyrst við Brann, og hevur síðani 2021 spælt við Odd.