Tað gekk misjavnt hjá føroyingunum í norskum fótbólti í dag.
Í bestu norsku fótbóltsdeildini slapp Gilli Rólantsson á vøllin seinasta korterið, tá lið hansara, Brann Bergen á heimavølli vann 2-1 á Stabæk. Bergens Aftenblad nevnir sigurin hepnan og hart tiltrongdan hjá Brann.
Málskjúttar hjá Brann Bergen vóru: 1-0: Ruben Yttergård Jenssen (59.), 2-0: Veton Berisha (67.). Daniel Braathen minkaði um munin til 2-1 stutt aftaná Gilli Rólantsson var komin á vøllin.
Brann er nú nummar fýra í bestu norsku deildini við 26 stigum. Fimm stig eru upp til oddaliðið, Molde. Komandi sunnudag spælir Brann á útivølli móti Ranheim.
Oddmar Færø byrjaði inni í miðverjuni hjá HamKam í útdystinum móti Start Kristiansand í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, og fingu hann og liðfelagarnir oyrini í maskinuna í fyrra hálvleiki. Tá liðini vóru til hálvleiks var heimaliðið á odda 3-0. Steffen Pedersen fekk eitt sindur av spenningi í aftur dystin tá hann skoraði til 1-3 í 62. minutti, men 10 minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var úti staðfesti Start sigurin. Oddmar var skiftur út tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum.
HamKam er í kreppu. Liðið er fimtaftast við bert 13 stigum, og eru bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna, har Notodden liggur við 10 stigum.
Komandi sunnudag tekur HamKam móti Sandefjord, og tá mugu stig á kontuna hjá HamKam.