Gilli og Odd taptu greitt í Molde

Odd liggur á fimtaftasta plássi í bestu norsku fótbóltsdeildini

Gilli R. Sørensen kom á vøllin tá 69 minuttir vóru farnir av dystinum hjá Odd á útivølli móti Molde í bestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Tá Gilli kom á vøllin var Odd aftanfyri 0-3. Tað kom einki mál aftrat meðan Gilli var á vøllinum.

 

Mótbrekkan hjá Odd bleiv brøtt longu í 33. minutti tá Odin Bjørtuft var vístur av vølli tá hann fekk seinna gula kortið. Samstundis fekk Molde eitt brotsspark, ið teir settu trygt í netið til eina 2-0 leiðslu, ið eisini var hálvleiksstøðan. Tá ein stórur tími var farin av dystinum økti Molde til 3-0. 

 

Odd liggur fimtaftast í deildini við seks stigum fyri seks dystir.

 

Komandi mánadag hevur Odd heimadyst móti Haugesund, ið liggur næstaftast í deildini við bert trimum stigum.