Gilli R. Sørensen fekk 87 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Odd vunnu 1-0 á Sarpsborg á heimavølli.
Sigursmálið skoraði Milan Jevtovic í 25. minutti. Sambært hagtølunum var talan um einastu málroyndina Odd hevði á málið hjá Sarpsborg, so Milan Jevtovic kendi sína vitjanartíð.
Odd er nú nummar átta í bestu norsku fótbóltsdeildini við 23 stigum. Níggju stig eru niður til liðini, ið flyta beinleiðis niður í næstbestu deildini aftaná lokið kappingarár. Tó eru bert fýra stig niður til triðaftasta plássið, ið merkir tveir upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr næstbestu deildini við kappingarlok.
Odd spælir aftur sunnudagin 28. august. Tá spæla Gilli og liðfelagarnir á útivølli móti Aalesund.