Gilli Sørensen: Eg vil sleppa til AaB

Tað sigur Gilli Sørensen, sum ætlar at gera alt fyri at fáa uppfylt dreymin um at spæla yrkisfótbólt uttanfyri landoddarnar. Í gjár skoraði hann sigursmálið, tá B36 vann triðja dystin upp í slag og hevur leitað upp á bronsuplássið

B36 - AB 2-1 (1-0)

– Eg vil helst sleppa til AaB. Tað er eitt felag, sum spælir í Superliguni. Eg eri til reiðar at fara og kempa um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu, sigur Gilli Sørensen, sum er settur í samband við AaB og felagsliðið, Vendsyssel FF, ið spælir í næstbestu deildini í Danmark.
Tað er ongin ivi í sinninum á unga tvøramanninum hvat hann vil. Hann hevur fyrr roynt seg sum ung­dóms­yrkis­spælara í skotska Aber­deen saman við Halluri Hansson og Rógva S. Holm. Hann veit hvat skal til og hann er ikki bangin fyri at seta sær høg mál.
Tað ljóðar at AaB og B36 hava havt eitt innleiðandi prát, men sum skilst, so er AaB ikki komið við einum enda­ligum boðið upp á U21 lands­liðsliðskiparan.
– Eg vóni at tey blíva samd um ein prís, sigur Gilli, ið hev­ur sáttmála við B36 til og við endan av komandi kapp­ing­ar­ári.
In.fo skrivaði fyrr í summar, at prísurin fyri Gilla Sørensen er ein sekssiffrað upphædd.
– Eg ætli mær »all in« við fótbóltinum og ta má verða nú. Um tú skalt spæla yrkis­fótbólt, so mást tú fara meðan tú ert ungur og hetta er seinasta útkall hjá mær, sigur 21 ára gamli Gilli Sørensen.

»Fái einki gjørt«
Sum støðan er í løtuni, so hevur Gilli Sørensen lítla ávirkan á tað, sum hendir. Tað er nú ein sam­ráðingar­spurningur millum B36 og fel­øgini, ið vilja hava hann.
– Eg fái einki gjørt. Eg kann sjálvandi skunda undir tey røttu fólkini og greiða teim­um frá míni støðu, men tað er ikki upp til mín, sigur Gilli Sørensen.
So er spurningurin hvussu tað kemur at ávirka hugin til fótbólt, um eitt skifti ikki blívur til nakað?
– Eg eri enn B36 spælari, men tað kemur helst at ávirka hugin til fótbólt um skiftið ikki blívur til nakað. Um eg skal av landinum, so er tað nú, sigur Gilli Sørensen.

Lukasz aftur í hopla
Í gjár skoraði Gilli Sørensen avgerandi málið í granna­uppgerðini móti AB. Hetta er fyrstu ferð í níggju dystum, at AB tapir.
Fyrstu 15 minuttirnar gekk javnt á, men so kom B36 á odda. Bæði á máltalvuni og í spæl­inum. Málið sjálvt var flott. Lukasz Cieslewicz trekti útfrá baklinjuni nak­að í vinstru. Sendi síðani
bóltin í handara málhorn. Júst sum vit kenna Lukasz frá 2011.
Restina av fyrra hálvleiki gjørdi B36 alt rætt. Løgdu seg aftur og spældu upp á skjótálop. Tað var fleiri ferðir nær við, at B36 økti. Bæði Gilli í høgru og serliga Lukasz í vinstru komu í góðar støður, meðan Evrard Ble, Róaldur Jakobsen, Súni Olsen og ikki minst Adeshina Lawal spældu væl við, tá teir hvítu fóru í mótálop.
Stutt fyri hálvleik skuldi Róaldur Jakobsen havt økt til 2-0, tá Lukasz Cieslewicz spældi hann púra leysan, eftir enn eitt skjótálop. Róladur tók sær ov góða tíð og so kom Kári Nielsen og bjargaði AB. Sami Kári Nielsen fekk gult stutt undan, tá hann mátti fella Lukasz, sum var á veg í skjótálop.

Gilli skorar avgerandi málið
Argjamenn spældu væl betri í seinna hálvleiki. Teir trýstu longur frammi á vøll­inum og skjótálopini hjá B36 blivu færri og færri. Hóast AB hevði bóltin nógv eina løtu, so megnaði teir ikki at skapa teir heilt stóru møgu­leik­arnar.
Eitt korter fyri tíð gevur trýstið løn. Rógvi Poulsen rek­ur framvið tveimum verju­spælarum hjá B36 og legg­ur bóltin innfyri til inn­skifta Mikkjal Hentze, sum javnar.
Eftir málið er tað B36 sum trýstur fyri at fáa avgerandi málið, men tað er AB, ið er nærmast, tá Dion Splidt rakar yvirleggjaran.
Tveir minuttir inn í yvir­tíðina kemur avgerandi mál­ið. Eftir innlegg kemur bólt­ur­in út aftur til Gilla, sum legg­ur bóltin innfyri.
– Eg hugsaði bara at leggja bóltin innfyri aftur. Hørður Askham skal stúta bóltin í málið, men hann rakar hann ikki, sigur Gilli Sørensen eitt speiskur á málinum.
– Hetta er kanska fyrstu ella aðru ferð, at ein dystur koppar til okkara fyrimun móti endanum. Tað er ein fan­tastisk kensla at vinna á hendan hátt. Stemningurin í skifti­rúminum er ótrúligur, sigur Gilli Sørensen at enda.
B36 hevur nú vunnið seg upp á bronsuplássið í Effo-deildini.
Eftir átta dystir uttan tap gekk ikki longur hjá argja­monn­um, sum leingi sóu út til at fáa fimta javnleikin á útivølli. Eftir seks sigrar og tveir javnleikir máttu argja­fólk fyri fyrstu ferð í mánaðir fara av vøllinum við ongum.

Milan og John á odda
Tað vóru Milan Kuljic og John Petersen, sum stóðu á odda fyri B36 í dystinum móti. Mikkjal Thomassen er burturstaddur í útbúgvingarørindum og tí hevur B36 heitt á John Petersen um at hjálpa hjálparvenjaranum, Milan Kuljic.

B36 og AB fingu fýra stig í part
2-1 sigurin hjá B36 yvir AB í vikuskiftinum merkir, at liðini býttu javnt yvir kappingarárið 2013. Fyrsti dysturin millum liðini endaði við javnleiki 1-1. AB vann 3-2 á Argjum 21. juli, og ígjár vann B36 2-1. Sostatt gjørdist talan um ein sigur, ein javnleik og eitt tap í part.

Tórður leikbann móti HB
Málverjin hjá B36 var alt annað enn nøgdur við gula kortið, sum hann fekk fyri drál í seinna hálv­leiki. Hann hevur nú leik­bann til dystin móti HB, sum verður um tvær vikur.
– Eg avtalaði við dómaran áðrenn dystin, at hann skuldi siga mær frá um eg tók mær ov góða tíð. Eg meinti ikki at drála, men fekk ongan ávaring, sigur Tórður Thomsen.

- - -

+ PLUSS: Lukasz Cieslewicz byrjar nú at nærkast forminum hann var í, tá B36 í 2011 vann meistaraheitið við met nógvum stigum. Dagsins spælari.

- MINUS: Tað nyttar eftir hondini ikki at blíva við at nevna tað, men tað er átaluvert, at B36 húsið ikki er meiri enn hálvt fult, tá felagið liggur í ovaru hálvu av stigatalvuni og spælir grannauppgerð móti AB.

- - -

Leikarameitingar:

B36:
Tórður Thomsen: 4
Kundi ikki gera nakað við málið hjá AB. Spældi annars við stórum trygleika. Gula kortið gevur leikbann til grannauppgerðin móti HB

Høgni Eysturoy: 3
Greiddi sína skyldu fyri tað mesta, men tapti avgerandi rennidystin við Rógva Poulsen, tá AB javnaði til 1-1 í seinna hálvleiki

Hørður Askham: 4
Hevði gott tamarhald á Ahmed Keita, sum ikki kom til nakað serligt av møguleikum. Spælir sum ein royndur miðverji.

Robert Heðin Brockie: 4
Spældi saman við Hørðuri væl í miðverjuni. Spældi trygt og rudda vekk, tá vandi var. Hevur loyst uppgávuna eftir Martini Pedersen væl.

Símun Joensen: 3 (?81.)
Hevði sum so ein miðla dyst á vinstra bakki. Lukkaði holið eftir framrættaða Lukasz Cielsewicz.

Evrard Ble: 3
Gjørdi nakrar framúr vendingar á miðvøllinum, men missur eisini bóltin í vandamiklum støðum.

Róaldur Jakobsen: 3
Skuldi havt økt til 2-0 seint í fyrra hálvleiki, tá hann gjørdist púra leysur. Spældi annars ein miðal dyst uttan tað stóra hóvastáki.

Gilli Sørensen: 4
Talan var um innlegg, tá hann skoraði avgerandi málið í dystinum. Spældi annars væl og gav í løtum prógv upp á sínar nógvu ferð.

Lukasz Cieslewicz: 5
Dagsins spælari. Serliga í fyrra hálvleiki var hann í serflokki. Skoraði málið og átti uppleggið til Róald, sum skildu havt skorað. Spældi sum tann Lukasz vit kenna frá 2011

Súni Olsen: 4 (?86.)
Spælir á framrættaða miðvøllinum og kemur væl frá uppgávuni. Hevur tríggjar skjótar spælarar rundan um seg og tann samansetingin riggar væl.

Adeshina Lawal: 4 (?76.)
Er komin fyri seg í álopinum hjá B36. Er tryggur á bóltinum og brúkar ferðina til at bjóða av í mótálopunum. Kundi havt skorað, men stútaði uppum tætt undir málinum

Høgni Midjord: (?76.)
Kom inn í minni enn eitt korter, so tað er torført at gera sær eina meting. Men datt ikki niður í millum og stríddist.

Benjamin Heinesen: (?81.)
Kom inn fyri skadda Símun Joensen. Ov stutt tíð til at gera eina meting.

Rasmus Dan Sørensen: (?86.)
Kom inn seinastu løtuna fyri Súna Olsen Ov stutt tíð til at gera eina meting.


AB:
Símun Rógvi Hansen: 4
Var ikki heilt ósekur í avgerandi málinum, men spældi annars væl. Hevði onkra stórbjarging og kom væl út í brotsteigin til innlegg.

Jónas Stenberg: 2
Hevði torførastu uppgávuna á AB liðnum. Hevði stórar trupulleikar av Lukasz og skuldi havt vart betri fyri í fyrra málinum. Var eisini ov seinur út til Gilla, tá hann sendi bóltin inn fyri til 2-1 málið.

Morten Overgaard: 3
Verjan hjá AB hevði sínar trupulleikar av B36 álopinum, men spældi alíkavæl væl. Átti fleiri ferðir seinasta fótin, tá ruddast skuldi vekk.

Rói Danielsen: 3
Stóð sterkur í nærdystunum og er við at blíva ein styrki á AB liðnum. Tekur ongar býttar kjansir og er stinnur í nærdystunum.

Beinir Ellefsen: 2 (?68.)
Hevði eins og Jónas stórar trupulleikar á bakkinum. Kláraðis eg annars fínt á bóltinum, men kláraði ikki at standa móti styrkini og nógv ferðini hjá Gilla.

Kári Nielsen: 4
Var besti maðurin á AB liðnum saman við Rógva Poulsen. Gjørdi tey fríspørkini hann skuldi og bjargaði AB seint í fyrra hálvleiki, tá Róaldur skuldi havt skorað.

Sorin Anghel: 3
Stríddist væl á miðvøllinum, men megnaði ikki at seta seg á dystin. Var ágrýtin í samband við longu innkøstini og vann nógvar bóltar á miðvøllinum.

Jobin Drangastein: 3 (?86.)
Var ikki nógv á bóltinum, men rennur altíð nógv. Varð fluttur á vinstra bakk seinni. Hevði eina góða skotroynd tíðliga í dystinum.

Dion Splidt: 3
Kundi havt verið dagsins maður um skotið hjá honum stutt fyri tíð fór í yvirleggjaran og inn, heldur enn uppum. Spældi undir miðal í fyrra hálvleiki, men skapti nógv í seinna hálvleiki.

Rógvi Poulsen: 4
Er komin í dystarform og tað sæst aftur á arbeiðisavrikinum. Stríddist allan dystin og átti uppleggið til málið, tá hann rann fram við tveimum B36 verjuspælarum.

Ahmed Keita: 2 (?68.)
Er snøgt sagt ov lítið vandamikil. Spældi móti einari óroyndari verju, men hevði næstan onga roynd á mál. Var íblandaður einum tveimum góðum álopum, men ov lítið til at fáa meir enn 2.

Mikkjal Hentze: 4 (?68.)
Kom inn sum áleypari og skoraði smáar tíggju minuttir seinni. Var á rætta stað upp á rætta tíðspunkt.

Bjartur Kjærbo: 3 (?68.)
Var lítið á bóltinum, men tuskaði runt og stríddist væl. Fekk ongantíð veruliga møguleikan frammanfyro málinum.

Dmitrije Jankovic: (?86)
Ov stutt inni til at gera eina meting