B36 var undan heimadystinum í kvøld á sjeynda plássi við 16 stigum, og Víkingur var undan túrinum suður í Gundadal næstfremst vð 26 stigum.
Fleiri av teimum, sum hava verið við til at manna næstbesta liðið hjá B36, eru í summarsteðginum leigaðir til onnur feløg. Kortini eydnaðist tað B36 at vinna 4-3.
Sigursmálið skoraði Gilli Samuelsen, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Villiam Emil Klein átti uppleggið. Einki var at undrast á, at fagnaðurin var stórur í heimaleguni, tí bara tveir minuttir frammanundan hevði Martin Klein Joensen, sum beinanvegin eftir steðgin varð skiftur inn, javnað fyri Víking, so støðan var 3-3. Uppleggið átti Jákup Andrias Thomsen.
Gilli Samuelsen var tvífaldur málskjútti, tí tað var hann, sum longu í øðrum minutti legði B36 á odda eftir upplegg frá Mattias Weihe Joensen.
Longu tá ið eitt korter var farið, var Víkingur frammanfyri 2-1. Jákup Andrias Thomsen átti uppleggið, tá ið Fannhard Skoradal javnaði til 1-1, og 16 ára gamli Áki Magnussen átti uppleggið, tá ið Sveinur Justinussen legði Víking á odda 2-1.
Síðstu løtuna undan steðginum skoraði B36 tvey mál. Hans Jákup Annfinsson javnaði til 2-2. Tá átti 17 ára gamli Rói Wilhelm Fossabrúgv uppleggið. Og tá ið klokkan var farin meiri enn ein minutt út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki, átti Hans Jákup Annfinsson uppleggið, tá ið Villiam Emil Klein skoraði til 3-2.
4-3 sigurin ber við sær, at B36 hevur 19 stig, og Víkingur hevur framvegis 26 stig.
Ólavsøkudag fer B36 at spæla grannauppgerð ímóti HB.
Næsti dystur hjá Víkingi verður leygardagin á útivølli ímóti B71.