Gilli Rólantsson og Sonni Ragnar Nattestad eru í líknandi støðum í norsku feløgum teirra. Bæði Brann og Molde hava ov nógvar útlendingar í hópinum, og tí er sannlíkt, at báðir spæla í øðrum feløgum hetta kappingarárið.
Sáttmálin hjá Gilla Rólantsson gongur út í summar, men hann er kortini sloppin við Brann á venjingarlegu í Marbella í Spania.
Fríggjadagin spældi Brann móti norska felagnum Sarpsborg, sum eisini er á venjingarlegu har, og í tí dystinum skapti Gilli Rólantsson tvey mál. Hann hevði næst seinasta fót á bóltinum bæði til 1-0-málið, sum Sivert Heltne Nilsen skoraði, og 2-0 málið, sum Gilbert Koomson skoraði. Dysturin endaði 3-2 til Brann, skrivar Bergensavisen.
Stavanger Aftenblad skrivar, at Viking er áhugað í at leiga Sonna Ragnar Nattestad frá Molde. Felagið leitar eftir einum spælara, sum tey eru vís í fer at styrkja um byrjunaruppstillingina, og føroyski landsliðsspælarin er seinasti, sum er nevndur í hesum sambandi.
Sonni Ragnar Nattestad skrivaði undir fyri Molde í fjør, men hevur enn til góða at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið. Beint undan kappingarbyrjan í fjør bleiv hann skaddur, og hóast hann var aftur í fullari venjing í oktobur, slapp hann ikki inn í nøkrum dysti.
Síðani hevur Molde skrivað nýggjan sáttmála við Vegard Forren, sum Sonni Ragnar annars skuldi vera arvtakari hjá, umframt at fleiri nýggir útlendingar eru komnir til felagið, so at teir nú eru ein meiri, enn loyvt er.
Molde skal tí vera sinnað at leiga Sonna Ragnar Nattestad út til eitt felag, sum kann tryggja honum spælitíð. Sáttmálin hjá føroyska landsliðsspælaranum gongur út í desembur 2019.
Viking spælir í ár í næstbestu norsku deildini, har bæði Florø hjá Patriki Johannesen og Sandnes Ulf hjá Ára Mohr Jónsson eisini spæla.