Gilli venur í AaB

Liðskiparin á føroyska U21-landsliðnum venur hesa vikuna við danska Superligafelagnum, AaB, sum eisini hevur Hall Hansson í hópinum.

 

Tað veit heimasíðan hjá AaB at siga. Hallur Hansson og Gilli Sørensen spældu eisini eitt skifti saman í skotska Aberdeen fyri nøkrum árum síðani.

 

Gilli Sørensen hevur í ár spælt við B36, umframt at hann hevur verið liðskipari á føroyska U21-landsliðnum.

 

Sum skilst, so er talan bara um nakrar venjingar, sum skulu geva AaB møguleikan at hyggja nærri at skjóta vonginum av Tvøroyri.

 

AaB spældi sunnudagin seinna dystin á venjingarleguni í Týsklandi. Dysturin var móti Bundesligaliðum Eintracht Braunschweig. Einki mál kom í dystinum og Hallur Hansson slapp ikki á vøllin.