AaB spælir í kvøld fyrru hálvfinaluna í steypakappingini á útivølli ímóti AC Horsens. Hetta er 20. ferð, at AaB er í hálvfinaluni.
Gilli Sørensen, sum nýliga skifti úr B36 til AaB, er ikki við í kvøld. Hann er smáskaddur og tískil ikki við í hópinum.
Dyturin á CASA Arena í Horsens byrjar kl.19.00.