Gilli við í góðum AaB sigri í Brøndby

Gilli Rólantsson var við í uppspælinum til 1-0 málið hjá AaB

Føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson var við frá byrjan, tá lið hansara í dysti í donsku superliguni vann 2-0 á Brøndby á útivølli. Gilli fekk fulla spælitíð í dag. 

 

AaB var á odda 2-0 í steðginum. Í 25. minutti legði Thomas Enevoldsen AaB á odda 1-0, aftaná eitt gott upplegg frá Nicolaj Thomsen, sum í løtuni áðrenn fekk eina góða sending frá Gilla Rólantssyni.

 

Eitt lítið korter seinni økti litaviski málrevurin hjá AaB, Lukas Spalvis til 2-0. Uppleggið hesaferð stóð Frederik Børsting fyri. Hendan støðan helt sær til dystarenda, og AaB kundi taka trý góð stig við sær til Norðurjútlands aftur.

 

AaB liggur á øðrum plássi við 31 stigum, bert eitt stig aftanfyri FC Keypmannahavn, sum liggur á fyrsta plássi við 32 stigum. FC Midtjylland hevur eins og AaB 31 stig, men hevur eina verri málúrtøku enn AaB.

 

Midtjylland og FC Keypmannahavn skuldu spæla í Herning í dag, men dysturin bleiv avlýstur.