Talan var um sól og summarrútmur, ið mest bjóða til stuttar buksur, sól, bambussmáttur og heitan dans, tá Amy Diamond fór á pall á Vágsbø. Men veðrið spældi ikki við. Tað oysregnaði og eitt lot var eisini. Alt meðan pallurin tyktist í syrgiligari standi, og baktjaldið smoygdi sær niðureftir, fór tónleikabarometrið uppeftir.
Lítli svenski poppdiamanturin hevði eina lívliga framførslu. Góða røddin hugtók tey mongu, ið hóast veðrið høvdu leitað sær á Vágsbø. Lítli kroppurin við stóru røddini hevði eina rimmar framførslu. Afturvið sær hevði hon dansarar, ið eisini høvdu´góða framførslu.
Hóast veðrið als ikki var við, og sóltónleikurin ikki hóskaði, so lat Amy ikki við seg koma, men hevði eina góða framførslu. Og harvið fingu áhoyrararnir eina góða uppliving í regninum. Ein professionell 15 ára gomul, ið fekk lurtarar at fara í andstøðu til regnið, og halda út í hendan tónleikatíman.
Eitt jaligt upplivilsi, bæði tónleikaliga og hugfarsliga, tí regnið og sterka lotið settu ikki kílar í framførslu og heildaruppliving. Ongin ivi skal tó vera um, at Amy hevði verið heilt framúr, um hon hevði tónleikarar afturat sær, og ikki noyddist at standa á palli í eini sing-back framførslu.