Gipsy Train við fløgu

Fløgan hjá Gipsy Train kemur 11:11:11

Fríggjadagin 11.11.11 gev­ur føroyski bólkurin Gip­s­y Train fyrstu fløg­una út.
Hóast bólkurin bert hev­ur ver­ið virk­in í lí­t­ið meira enn eitt ár, hev­ur hann longu vunn­ið sær fjepp­ar­ar utt­an­lands og kring all­ar Før­oyar.
Við eykendu, fjøl­bygdu mann­ing­ini og ó­­temj­­andi orku á pall­i­num hava ungu sig­oyn­ar­­ar­­nir fram­ført um alt land­­ið. Har­í­mil­l­um tel­­ist ein fram­førsla á G! Festivalinum 2011 fyri einum fullsettum spæl­i­plássi.
Tón­leikurin kann lýs­ast sum orkumikil rokk-tónleikur, ið meira enn so hevur røt­ur í baltiskum ljóð­um og pumpandi ska-ryt­mum við einum sig­oy­n­arøa­kend­um huglagi.
Fløgan kallast The Flying Dutchman og verð­ur sett til sølu lagn­­u­­dag­in 11.11.11.  
Í tí sambandi verð­ur fløg­u­lurt­ing í TUTL sama dagin, har øll eru væl­­kom­­in om­a­n at fáa sær eina øl ella ein kaff­i­munn. Tón­leikurin verður at hoyra frá kl. 16.30.
Har­um­framt er ráð­iligt at halda eitt vakið eyga við eina út­gáv­u­kon­sert, sum Gipsy Train fer at kunn­gera í næst­um.