Ægir gjørt stuðulsavtalu

Svimjifelagið í Klaksvík skal næstu árini hava Norðoya Sparikassa sum høvuðsstuðul

 

Svimjing


Fríggjadagin í farnu viku skrivaði svimjifelagið Ægir undir nýggja stuðulsavtalu við Norðoya Sparikassa.

Talan er um eina trý ár avtalu, sum fer at tryggjaði svimjifelagnum í Klaksvík eitt árligt gjalda frá sparikassanum.

John Mikkelsen, formaður í Ægi, og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa skrivaðu undir avtaluna í svimjihøllini í Klaksvík fríggjadagin, tá nógvir av svimjarunum hjá Ægi eisini vóru til staðar.

? Vit eru væl nøgd við hesa avtaluna, sum gevur eitt gott ískoyti til raksturin av felagnum, sigur John Mikkelsen.

Eyðfinn Reyðberg sigur, at Norðoya Sparikassa vanliga hevur gjørt stuðulsavtalur av hesum slagi við størri ítróttarfeløgini, men at teir nú tilvitað eisini hugsa um tey smærru feløgini.