Tíðliga í morgin kemur íslendska vaktar- og bjargingarskipið Ægir til Reykjavíkar við grønlendska trolaranum Qavak. Grønlendska skipið var statt einar 200 fjórðingar í útsynning úr Reykjanesi, tá tað bað um hjálp. Farmaskipið Naja Arctica kom til skipið og lá hjá tí, til Ægir kom á staðið og setti fast á tað. Tá var Qavak rikið einar 30 fjórðingar í ein útnyrðing, skrivar Vísir. Qavak er um 200 tons til støddar, og tað er reiðaríið Polar Seafood, sum eigur tað. Fýra mans eru við skipinum.