Gistingarhús droppa minibar

Um nøkur heilt fá ár er minibarrin ikki longur partur av innbúgvinum í kømurunum á gistingarhúsum.

Alsamt fleiri altjóða gistingarhús ætla sær í framtíðini ikki longur at bjóða gestunum drykkir av ymsum slagi í teimum smáu køliskápunum, sum í dag er at finna á næstan øllum gistingarhúsum. Tað skrivar avísin The Independant.

Orsøkin til at gistingarhúsini velja minibarrirnar frá er fyrst og fremst tann, at tey smú kuldaskápini eru ov trupulat halda skil á og kosta ov nógv at fylla uppaftur. Eisini eru gestir á gistingarhúsum troytt av at gjalda yvirprís fyri eina fløsku av vatni og ein pakka av nøtum. Harafturat er tað trupult og dýrt fyri gistingarhúsini at halda eyga við, um gestirnir snýta og stjala ein ókeypis drykk úr minibarrini.

Formaðurin í danska felagnum fyri matstovur og gistingarhús, Jens Zimmer Christensen, er als ikki ovfarin av at hoyra, at minibarrirnar skjótt eru fortíð.

- Tað er lættari og bílgari við automatum ella smáum handlum á gonginum ella í móttøkunum, har gestirnir kunnu keypa ymsar drykkir. Somuleiðis er tað meira praktiskt og betri fíggjarliga fyri hotellini, um ongar minibarrir eru, soleiðis sum vit kenna tær í dag, sigur Jens Zimmer Christensen.

- Tað er hend ein broyting í atburði og eftirspurningi. Fólk drekka ikki á sama hátt sum fyrr, og tá eftirspurningurin ikki er til staðar, fáa gistingarhúsini einki burturúr við at hava minibarrirnar, staðfestir Jens Zimmer Christensen.

Tað var týska fyritøkan Siegas, sum í 1963 var tann fyrsta á marknaðinum við minibarrunum, soleiðis sum vit kenna tær í dag.