Á streingjanna veingjum sluppu Bracket uppum høgu gáttina til finaluna í Prix Føroyum í Norðurlandahúsinum.
Ongantíð í ár hevur so stórur spenningur verið um, hvør bólkur skuldi sleppa víðari í finaluna, og hvør skuldi sleppa í hálvfinaluna. Alt lá opið. Nógvir nýggir bólkar vóru á pallinum leygarkvøldið, har allir skuldu prógva sínar dygdir sum tónleikarar og harvið tryggja sær antin eitt finalupláss ella eitt hálvfinalupláss.
Hesaferð gjørdist tað eysturoyarbólkurin, Bracket, sum slapp ígjøgnum smala nálareygað.
Teirra framførsla var merkt av spruttandi orku, har gittarleikarin, Arni Zachariassen veruliga fekk víst sínar dygdir, tí øll løgini høvdu nevniliga gittarsolo´ir við, sum vildu nakað.
Onkur vil vera tó vera við, at gittarleikarin líktist í so nógv Yngwie Malmsteen, men grundleggjandi spældi bólkurin væl, og var tað hetta, ið tryggjaði teimum eitt pláss í finaluni tann 26. apríl í Norðurlandahúsinum.
Eivør fyrst
Leygarkvøldið var jú eisini kvøldið tá Eivør Pálsdóttir skuldi á pall í Grand Prixnum yviri í Íslandi, og vildu fyrireikararnir ikki, at tey, ið komu í Mentanarhúsið, skuldu vera við sviðusoð. Prixið byrjaði nevniliga ikki fyrr enn Eivør hevði verið á pallinum sum nummar fimm, og kann hetta næstan sigast vera bæði gott og ringt.
Sjálvsagt var tað stuttligt at síggja Eivør syngja, og hon kundi fyri tað staðið á pallinum í sjálvum Mentanarhúsinum, so væl fólk tóku ímóti henni. Men tað var heldur leingi at bíða, tí klokkan nærkaðist tíggju áðrenn fyrsti bólkurin kom á pallin.
Tað var Krit, sum hevði fingið uppgávuna, at seta hol á triðja innleiðandi umfar til Prix Føroyar 2003. Sagt verður, at hetta er ein tann ringasta uppgávan, men hetta lótu tónleikararnir í Krit seg ikki nerva av. Teir løgdu hart út við hørðum og ráum rocki. Bólkurin er ikki ókendur í Prix høpi, tí teir vóru við í 2001 og kann staðfestast, at teir hava tikið seg nógv fram síðani seinast.
Krit spældi ráan Korn-líknandi rokk, og kundi røddin á forsangaranum, Mikkjal, viðhvørt líkjast nógv røddini á sangaranum í Rammstein við teimum djúpu, grovu tónunum.
Tveir gittarspælarar eru við í Krit, og kundi hetta til tíðir tykjast heldur rótut. Gittarljóðið leyp saman við bassin, og kundi tað viðhvørt tykjast sum ein greytur, tí tað varð til ov nógv ljóð.
Krit vóru væl samanspældir. Teir dugdu síni ting, og teir vístu sanniliga, at tað at spæla fyrst er als ikki ein ómøgulig uppgáva at røkja.
Pallframførslan hjá bólkinum var eisini framúr góð. Menninir dugdu at standa á palli, og teir høvdu ein boðskap, sum teir vildu hava út. Til tann eina sangin fingu teir eisini eina oljutunnu á pallin, sum teir brúktu sum trummu, og hevði áskoðarafjøldin eisini ilt við at halda høvdinum stilt.
Tungi rockbólkurin kom sum heild væl frá síni uppgávu, og vórðu teir av mongum kosnir vinnarar longu áðrenn næsti bólkurin kom á pallin.
80´ini
Um tú ert Toto, Bon Jovi og Return fjeppari, so dámar tær eisini Masha. Vágabólkurin spældi svingandi, melidiøsan rocktónleik, har 80´ini sóust aftur í stórum stíli.
Bólkurin var væl samanspældur, og breyt hann eisini fullkomiliga frá Krit, sum hevði verið á palli frammanundan, og var Masha tí eisini meira lurtaravinarligt.
Til tíðir kundi tað tó tykjast, at tónleikurin gjørdist ov harður, og tí varð røddin á sangaranum ikki at hoyra aftur. Ta einu ferðina var leidningurin til mixipultin eisini togaður úr, so sangarin hoyrdist als ikki. Men røddina hevði Tummas Gudmundsen, sangari, til hetta slagið av tónleiki.
Triðji bólkurin á pallin hetta kvøldið var Crashwave. Crashwave er fyrrverandi Liquid Gravity, og høvdu tey eisini fyrstu veruligu kvinnuumboðan á pallinum. Tað hevur nevniliga verið ógvuliga lítið at sæð til konufólk á pallinum, fyriuttan tveir eldblásarar, sum Flux hevði við til fyrsta umfar. Men við Crashwave kom fyrsti kvinnuligi tónleikarin, Maiken Háberg Hansen, á pallin, og hon hevði ikki tann leiklutin flestu konufólk hava á pallinum, tí hon spældi nevniliga gittar.
Crashwave spældi melidiøsan rock. Tónleikararnir kendu væl hvønn annan og vóru tí ógvuliga væl samanspæld. Við sær høvdu tey eisini eina scratchbox, sum tey brúktu til effektir. Hetta hóskaði seg væl til tónleikin, sum bólkurin spældi.
Tey fimm á pallinum komu væl frá síni uppgávu. Tey høvdu eina góða samanseting av løgum og arrangementið sat eisini væl hjá teimum.
Champagnegaloppen
So átti Bracket tørn. Teir, sum seinni á kvøldinum, vístu seg at gerast teir stóru vinnararnir.
Bracket legði út við einum instrumentalum lagi, har gittarspælarin, Arni Zachariassen, sum nú eisini er gittarspælari í I AM, veruliga slapp at vísa sínar dygdir.
Mikkjal Hvannastein, fyrrverandi gittarspælari í I AM, og sum sjálvur eisini hevur luttikið á Prix, helt, at gittarspælið hjá Arna var ótrúliga gott. Mikkjal helt eisini, at Arni til tíðir kundi líkjast ótrúliga nógv Yngwie Malmsteen.
Bracket er umframt at vera ein rockbólkur, eisini ein andaligur bólkur. Teir spæla andaligan rocktónleik.
Eysturoyarbólkurin var eyðkendur av orku. Tað spruttaði av orku, tá teir komu á pallin, og tað gjørdi tað heilt til teir fóru av aftur.
Sangarin, Andrias Højgaard, sang væl, men hann hevur kanska ikki júst røddina til so harðan rocktónleik. Um tónleikaslagið var eitt sindur melidiøst hevði Andrias veruliga kunna víst sínar dygdir, sum hann uttan iva hevur.
Lawetz var fimti bólkurin í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Teir siga seg sjálvar spæla eitt bland av poppi, rokki og eitt sindur av funk.
Tað serliga við Lawetz er, at ikki færri enn fýra av teimum seks tónleikarunum spæla eisini við í Føroya Symfoniorkestri, so dygdirnar skuldu uttan iva verið í lagi.
Lawetz hevði eisini sjálvsálitið í ordan, tá teir trinu á pallin. Sangarin, Høgni Reistrup, sang væl og hevði gott fantasi. Til tíðir kundi hann tó tykjast eitt sindur ov snjallur, men sum heild kom stóð hann seg væl.
Bassurin og trummurnar koyrdu væl saman, og gjørdi hetta tónleikin væl svingandi. Teir høvdu eisini ein trombon spælara á pallinum, men hann spældi ikki so nógv.
Til tanne ina sangin hevði Høgni nakað í hondini, sum kundi líkjast eini súkklupumpu. Fleiri hava helst undrað seg yvir, hvat tað var, tí hetta gjørdi eitt undarligt ljóð, sum líktist tí, tá ein vín ella sjampagnufløska verður latin upp. Og tað var tað eisini. Hetta slagið av ljóðføri kemur undir percussion, og verður tað millum annað brúkt, tá Symfoniorkestrið spælir champagnegaloppen.
Einglarokkur
Síðsti bólkurin leygarkvøldið, var Mary´s Baby. Jákup Magnussen, frásøgumaður segði, at hetta var bólkurin, sum spældi einglarokk.
Við í Mary´s Baby eru tvær gentur, so kvinnuliga umboðanin í Prix Føroyum hevur í ár ongantíð verið størri enn leygarkvøldið. Olivia Mikkelsen stóð aftanfyri mikrofonina, meðan Sunneva Háberg Eysturstein passaði tangentarnar, umframt hinar fimm menninar.
Mary´s Baby spældi melankoliskan popptónleik a lá Saybia og Radiohead.
Við hjálp av keyboard effektum spældu tey rættiliga sýrutan tónleik, sum til tíðir kundi tykjast ógvuliga langdrigin.
Men bólkurin var væl samanspældur, og dugdu tónleikararnir sítt kram.
Eitt sindur hugstoytt var tó at síggja, at sangarin til tíðir kundi tykjast sum var hon vilst á pallinum, tí at venda rygg ímóti áskoðarunum.
Olivia kom tó væl frá síni uppgávu. Hon sang við reinari og klárari rødd, men legði tónleikurin bara ikki upp til, at hon slapp at nýta sína rødd til fulnar.
Mary´s Baby kom væl frá síni uppgávu, men einstáttaði stílurin kundi gerast eitt sindur tungur. Onkur vildi enntá vera við, at tey trý løgini hjá Mary´s Baby, ljóðaðu sum eitt lag, sum var býtt upp í trý.
Spenningur
Nógv varð gitt og teskað um, hvør mundi fara at vinna hetta umfarið av Prix Føroyum. Fleiri gittu Krit, onkur vildi vera við, at tað var Crashwave, sum reyk avstað við finaluplássinum, og onkur heilt triðji helt, at tað fór at vera Bracket.
Tá Jákup Magnussen góðan hálvan tíma eftir, at Mary´s Baby, hevði verið á pallinum, kom og fortaldi øllum áskoðarunum, hvør hevði fingið finaluplássið vórðu tað tey flestu, ið vóru tikin av bóli. Tí fyrsta plássið fór nevniliga til Bracket, meðan Lawetz sleppur at royna seg enn einaferð í hálvfinaluni tann 15. mars.
Tætt var ímillum bólkarnar, so dómararnir hava helst verið ógvuliga samdir, men Bracket var klárt á odda, segði Jákup Magnussen.
Bracket slapp síðani aftur á pallin, har teir sluppu at taka áskoðararnar við storm. Hesuferð var tað so andaligi gittarrockurin, sum vann sær eitt pláss í sólini.