Hvalbiar kommuna skipaði í dag fyri fráfaringarløtu á kommunuskrivstovuni.
Høvi var, at Johan Sørin Berg og Jacob Ludvig eru farnir úr starvi hjá Hvalbiar kommunu - og at Snorri Nónfjall er farin frá sum vitapassari.
Við løtuna segði borgarstjórn í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, nøkur orð, og hann takkaði teimum trimum fyri trúgva tænastu í sínum størvum.
Um heimasíðuna hjá Hvalbiar kommunu - www.hvalba.fo - síggjast myndir frá fráfaringarløtuni á kommunuskrivstovuni í dag.