Giza Hoyvík fegnast um eitt minniligt vikuskiftið

(Rás2) Formaðurin, Kenneth Hovgaard kann fegnast um fyrsta FM-heitið umframt, at 1. deild hevur bjargað sær sessin í deildini

Kenneth Hovgaard, formaður í Giza Hoyvík er ein fegin og rørdur maður aftaná tað mest minniliga vikuskiftið nakrantíð hjá unga felagnum, har Kenneth og hini í felagnum máttu ígjøgnum alla kensluskrásetingina.

 

Leygardagin vann felagið sítt fyrsta FM-heitið, tá U12 dreingirnir skrivaðu søgu við FM-gullinum teir vunnu í harðari kapping við NSÍ, HB og B36.

 

Samstundis bjargaði 1. deildarliðið sessunum í deildini við at vinna 1-0 á B68 á Svangaskarði á Toftum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Kenneth Hovgaard ígjár.