Giza Hoyvík setti KÍ uppá pláss

1.DEILD: Úrslitið ber við sær, at KÍ misti oddasessin, og at Giza Hoyvík styrkti um sína støðu í niðurflytingarstríðnum

Tað var nummar níggju ímóti nummar eitt, tá ið Giza Hoyvík í kvøld hevði vitjan av KÍ í næstbestu deldini. KÍ var stórur favorittur, men tað var Giza Hoyvík, sum vann trivaligan 3-0 sigur. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Úrslitið ber við sær, at KÍ misti oddasessin, sum liðið hevur havt síðani triðja umfar. Nú er ÍF topplið. Eftir tólvta umfar var KÍ ellivu stig frammanfyri ÍF. Nú er ÍF tvey stig frammanfyri KÍ. Á mikkjalsmessu, sum eru um tvær vikur, hittast ÍF og KÍ í Fuglafirði.

 

Sigurin ber við sær, at Giza Hoyvík framvegis hevur møguleika at varðveita plássið í næstbestu deildini. Tað eru nú fimm stig frá Giza Hoyvík og fram til áttanda plássið og Skála.

 

Ítróttardedaktørurin í Miðlahúsinum, Tróndur Arge, setti hol á tveir minuttir undan steðginum. Eina aðra ferð setti hann bóltin í málið, men tá varð kolldømt fyri rangstøðu. Trettan minuttir undan leikloki økti Ragnar Rasmussen um munin til 2-0, og seks minuttir undan leikloki staðfesti Eli S. Christiansson óvæntaða og trivaliga 3-0 heimasigurin.

 

At KÍ liðið var væl mannað sæst á dómaraseðlinum, har eitt nú vóru Ólavur Niclasen, Steinbjørn Olsen og Ronni Møller-Iversen.

 

Um eina viku skal Giza Hoyvík spæla á útivølli ímóti B71, og KÍ fær vitjan av NSÍ.