Giza Hoyvík skal komandi kappingarár hava nýggjan venjara. Tað er greitt í dag, eftir at Giza Hoyvík hevur boðað frá, at Frankie Jensen eftir hetta kappingarárið steðgar sum venjari í felagnum eftir hetta kappingarárið. Frankie Jensen hevur annars verið venjari í Giza Hoyvík síðani í 2014.
Við Facebook síðuna hjá Giza Hoyvík sigur formaðurin í Giza Hoyvík, Kenneth Hovgaard, at tað er við sorgblýdni at samstarvið verður steðgað.
- Tað er við sorgblýdni at vit skiljast. Tað er fáur sum hevur brúkt so nógva orku í hetta felagið sum Frankie, og tað er sanniliga til heiðurs fyri hann, at vit eru har, vit eru í dag – bæði tá viðvíkur besta liðnum og ikki minst í ungdómsdeildini.
Víðari sigur Kenneth Hovgaard at tað ikki er avklárað enn, hvør nýggjur venjari verður.
- Vit hava tilvitað ikki verið úti um okkum eftir nýggjum venjara, tí venjaraspurningurin við Frankie Jensen skuldi avklárast fyrst. Men nú fara vit at kanna marknaðin gjølla, tí vit ynskja tí røttu typuna inn, sigur Kenneth Hovgaard at enda.