Fyrsti dysturin, ið var avgreiddur í kappingini um løgmanssteypið bjóðaði uppá eina trivaliga sensasjón. Uppflytaraliðið í 1. deild, Giza Hoyvík megnaði á heimavølli at koppa uppflytaraliðnum í effodeildini, B68.
Eitt gott frísparksmál hjá Boga Hermansen í fyrra hálvleiki, og ein góður stútari hjá Leivi Holm førdu unga høvuðstaðarliði til sigurs og víðari luttøku, har eitt spennandi lutakast til fjórðingsfinalurnar bíðar.
Frankie Jensen, høvuðsvenjari hjá Giza/Hoyvík staðfestir, at hann og hansara menn trúðu uppá, at tað kundi lata seg gera at koppa einum effodeildarliði. Fyri einum ári síðani hevði Giza/Hoyvík ein góðan dyst í kappingini um løgmanssteypið ímóti HB, har teir komu á odda 1-0. Orkan fór tá undan, og HB vann 4-1 við betri avriki seinasta hálva tíman. Í dag dugdu spælararnir hjá Giza/Hoyvík sambært Frankie Jensen væl at brúka kreftirnar rætt, og hartil dugdi liðið at gagnnýta málmøguleikarnir, tá teir uppstóðu.
Frankie Jensen sær møguleikar í at møta vinnaranum av dystinum millum 1. deildarliðini EB/Streym og 07 Vestur á heimavølli í fjórðingsfinaluni, men annars er bara hjá Giza/Hoyvík at taka ta avbjóðing, sum kemur í fjórðingsfinaluni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Frankie Jensen seta orð á góða sigurin ímóti B68 í kappingini um løgmanssteypið fyrr í dag.