Giza/Hoyvík skrædlaði grannarnar

Nýggja liðið í 1. deild vann stórsigur á teimum næstbestu hjá HB

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð á ovara vølli í Gundadali tíðliga seinnapartin, vísti máltalvan 0-5.

Giza/Hoyvík var gestur hjá teimum næstbestu hjá HB. Beinanvegin legði Elias Evensson gestirnar framum. HB hevði bóltin og leikliga yvirvág undan lotinum í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at skora mál.

Eftir hvíldina økti Ahmed Keita tvær ferðir um leiðsluna, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Mikkjal T. Hentze økti til 4-0 við skoti av brotsteigarmarkinum, og Emil Ronaldsson, sum er fluttur úr B68 og til Giza/Hoyvík staðfesti 5-0 sigurin, sum ber við sær at uppflytararnir hava fulla úrtøku eftir tvey umfør, og at HB einki stig hevur eftir tvey umfør.