Hetta er nýggjur føroyskur bólkur. Leygarkvøldið skulu teir spæla til dans fyri fyrstu ferð Fríggjakvøldið spælir Steve Falconer á Skarv, og leygarkvøldið spælir nýggi
føroyski dansibólkurin Gizmo .
Gizmo er ein nýggjur dansitónleikabólkur, mannaður av føroyskum útisetum í Keypmannahavn.
Leygarkvøldið skulu teir so spæla til dans fyri fyrstu ferð, og verður tað á Skarv, teir fara at seta lív í.
Teir fýra tónleikararnir hava hvør í sínum lag sett sín dám á føroyska tónleikapallin seinastu nógvu árini, og hava stovnað Gizmo, tí teir meta at tað mangla góðir føroyskir dansibólkar.
Í Gizmo eru:
Esben Jacobsen, kendur úr ólavsøkukabarettini, og fyri sítt vælsvingandi lag ?Tjúkkir dreingir?
Sveinur Dam, ið hevur spælt við Høgna Reistrup, Take Off og Lawets.
Ísak Sambleben úr Páll Finnur Páll og Høgna Reistrup.
Rúni Mouritsen, betri kendur sum vælgroovandi trummuspælarin í Reverends og Høgna Reistrup.
Gizmo spælir feitan popp tónleik, tá hann er bestur. Tónleikaskráin er ein breið røð av dansivinarligum sangum, ið røkka líka frá góðum gomlum slagarum og heilt fram til tey feskastu hittini í dag.
Fríggjakvøldið spælir Steve Falconer á Skarv. Steve hevur í nógv undirhildið í náttarlívinum, á millum annað The Dubliners, og plagar at seta lív í við sínum lívliga dansitónleiki. Steve spælir covertónleik hjá millum øðrum Pink Floyd, The Dubliner og REM.