Matstovan Hereford í Klaksvík er matstova við gjøgnumførdari góðsku, hugnaligum umhvørvi og hóvsemi. Hereford ger akkurát passaliga nógv burtur úr á øllum økjum. Einki við at yvirdríva matarlepar, umhvørvi ella pynt, men harafturfyri er tað gjørt trygt og gott.
Matstovan er klassisk, sílrein og framúr hugnalig. Smáir básar, bjálkar úr træi og livandi ljós gera matstovuna intima og heita. Ljósið er passaligt, og hitin tað sama. Einki er sum at sita á eini matstovu, har tað er ov kalt ella ov heitt, men tað er ikki trupulleikin her.
Matstovan heldur til í einum gomlum bygningi, sum einferð í tíðini hýsti møblasølu og møblaverkstaði.
Inni í sjálvari matstovuni er gamli stílurin ráðandi. Endaveggurin á húsinum, áðrenn bygt var uppí einaferð í tíðini, er partur av matstovuni, og ymsastaðni liggja lutir frá teirri tíðini, tá møblaverkstað var her.
Ein høvil, ein pumpa og ein ómetaliga sjarmerandi svartur límovnur stuðla undir stílinum á matstovuni.
Passaligt er orðið
Vit fáa eitt borð innast á matstovuni, har tað kennist sera fjálgt at sita.
Útsýnið er nakað keðiligt ? ein gulur miðnámsskúli og ein av høvuðsgøtunum í býnum eru beint uttan fyri vindeygað ? men tað er nú ikki útsýnið, tú fert á matstovu fyri at uppliva, so hetta órógvar ikki, uttan tú avgjørt vilt hava tað at órógva.
Matarlepin er passaliga stórur, passaliga føroyskur, og frágreiðingarnar um rættirnar eru passaliga langar. Einki við at spæla stórsnútað ella óneyðuga fínt, men heldur einaferð passaligt, gott og gjøgnumført.
Eg biði um rækjubland og ein hvítleyksstoktan lambsrygg við stoktum eplum, grønmeti og sós. Hinumegin borðið verður biðið um hummarasuppu og Hereford steak við grønmeti og kryddarasmøri.
Eksklusivt
Hereford hevur áður fingið sera góð skoðsmál fyri matin, og tað kann bara endurtakast her. Her er eingin vegur uttan um ? hetta er matstova sum skarar framúr. Maturin hevur gjøgnumførda góðsku, og har tú fært júst tað, tú biður um.
Rækjubland hevur júst rætta blandið av salati og rækjum, hitin er tann rætti, og passaligt er við dressingi. Hummarasuppan sær elegant út, liturin dregur, og miðskeiðis í suppuni er eitt lítið tyssi av rækjum. Tað riggar bæði sum pynt og sum fylla í suppuni.
Hvítleyksstokti lambsryggurin er ein avbjóðing fyri seg. Hesin gloympubitin á seyði svíkur heldur ikki. Hann er passaliga stoktur og moyrur.
Ein lítil sveisisk eplapannukaka á tallerkinum er eitt frálíkt yvirraskilsi, og tað kennist ekslusivt at seta tenninar í egyptiskar bønir, sum ongantíð hava verið frystar á vegnum til Føroya.
Hereford-búffurin ber av. Júst so reyður, sum hann varð umbiðin, og sera moyrur. Eitt verdugt miðpunkt í máltíðini!
Punktum verður sett við einum typiskum føroyskum kaffimunni. Og tá punktum er sett er tú eisini eitt kulinariskt upplivilsi ríkari.