Gjógvin má minkast

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

Skattur: Stundin er komin at arbeiðsfólk, við eini vanligari arbeiðarainntøku fáa skattalætta. Tað er skattalætti, sum ikki hitar nakran búskap, og sum er harðliga tiltrongdur
Sitandi samgonga hevur latið fleiri skattalættar, men fólk við eini vanligari arbeiðarainntøku hava lítið og einki fingið burtur úr hesum skattalættum - og so slettis einki samanborið við hægru inntøkurnar.
Kravið er tí, at ein skattalætti fyri komandi ár má koma lægru inntøkunum til góðar. Tað er átaluvert, at sitandi samgonga áhaldandi letur skattalættar til fólk við góðari inntøku.
Sambært skattalóg samgongunnar fær ein persónur við eini vanligari arbeiðaraløn (207.000 kr) einans 700 kr í skattalætta komandi ár meðan ein persónur, ið tjenar tað dupulta, fær 6000 kr í skattalætta.
Hetta er órættvíst, og er við til at gera Føroyar til eitt stættarsamfelag, har tey lágløntu eru fyri vanbýti.
Fakfeløgini gjørdu í desember 2006 eitt alternativt uppskot til skattalætta. Eg vil heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum um at evna eitt nýtt uppskot til skattalætta fyri 2008, sum byggir á meginreglurnar í tí uppskotinum. Tað er skattalættin, sum eigur at latast í 2008 - og tað er ein tiltrongdur skattalætti.