SKERJINGAR
Samtak heldur ikki nógv um fíggjarlógaruppskotið fyri 2011, sum í løtuni liggur í fíggjarnevnd løgtingsins.
Sonja J. Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at eitt, sum týðiliga sæst í hesum uppskoti, er, at fyritíðarpensjónistar fara at gerast fátækari komandi ár, um uppskotið verður samtykt.
- Men tað verða ikki bara fyritíðarpensjónistar, sum fara at gerast fátækari, men ein stórur partur av Føroya fólki. Tað fer at gerast dýrari av liva við eitt nú dýrari olju og dýrari mjólk, samstundis sum ymiskar skipanir, sum í dag eru galdandi, verða avtiknar – ella gerast verri fyri borgaran, sigur hon.
Avtaka javning
Sonja J. Jógvansdóttir vísir á, at vanligt hevur verið, at fyritíðarpensjónir eins og aðrar veitingar frá tí almenna hava verið javnaðar við 4% um árið, soleiðis at veitingarnar so nøkulunda kundu fylgja prís- og lønarvøkstri í landinum.
- Men fyri at spara samtykti samgongan fyri einum ári síðani at lækka javningina niður í 3%, og í ár hevur landsstýrið lagt uppskot fram um at avtaka javningina av fyritíðarpensjón og ymiskum øðrum veitingum frá tí almenna.
Samskiparin í Samtaki sigur, at ítøkiliga merkir uppskotið, at allir fyritíðarpensjónistar gerast fátækari komandi ár, tí ein ávísur prísvøkstur er væntandi. Búskaparfrøðiligar metingar siga nevniliga, at prísvøksturin komandi ár helst verður eini 2-3%.
Í viðmerkingum til uppskoti um at avtaka javningina av fyritíðarpensjónum er eisini nevnt, at fyritíðarpensjónirnar møguliga ikki verða javnaðar aftur fyrr enn í 2015.
- Vit halda, at allar almannaveitingar skuldu verið útgreinaðar og tillagaðar soleiðis, at upphæddirnar samsvara við tær útreiðslur, sum eru í dag.
Samtak vísir á, at eitt nú er grundarupphæddin í fólkapensjónini er ikki hækkað síðani í nítiárunum, og tískil er virðið av fólkapensjónini minkað sera nógv seinastu árini.
- Hinvegin hevur Samhaldsfasti gjørt, at livistøðið hjá pensjónistum ikki er lækkað munandi, leggur hon aftrat.
Korini versna
Samtak vísir til samgonguskjalið hjá sitandi samgongu sum staðfestir, at “... almannaskipanirnar skulu háttast so, at fólk í mest møguligan mun kunnu hava ein virknan leiklut í samfelagnum. Nýggj føroysk forsorgarlóg verður smíðað til tess at tryggja korini hjá fólki við skerdum uppihaldsmøguleikum og hjá førleikatarnaðum. Har skal eisini ásetast eitt minstamark fyri uppihaldstørvi. Arbeiðið skal verða liðugt í 2011”.
- Tær broytingar, sum eru gjørdar á almannaøkinum seinastu tíðina, liva slett ikki upp til setningin um, at korini hjá fólki við skerdum uppihaldsmøguleikum vera tryggjað. Almannalóggávan er ótíðarhóskandi og tryggjar ikki fólki, at tey hava nóg mikið til ein innihaldsríkan gerandisdag fyri alla familjuna. Hetta má og skal broytast, so at liviligt verður aftur í Føroyum – líkamikið, um fólk í styttri ella longri tíðarskeið fáa veitingar frá tí almenna.
Samtak dugir ikki at síggja, at nakað er á tapetinum í løtuni, sum bendir á, at minstamark verður sett fyri uppihaldstørvi í bræði, ei heldur, at ein nýggj forsorgarlóg verður løgd fyri tingið.
- Um ætlan landsstýrisins at strika javningina av almannaveitingum er at siga, at uppskotið er illa grundgivið, og uppáhaldini halda ikki.
Setir stór krøv
Sonja J. Jógvansdóttir heldur, at júst fyritíðarpensjónin hevur stóran týdning fyri nógvar fiskimenn og nógv arbeiðsfólk.
- Føroyski arbeiðsmarknaðurin, bæði á sjógvi og landi, setir stór krøv til likamið hjá fólki, og tí er tað ógvuliga harmiligt, at umstøðurnar hjá júst hesum partinum av okkara fólki skulu gerast verri, enn tær eru í dag.
Hon heldur, at ríkidømi landsins eigur at javnast út millum borgararnar, og skulu sparingar gerast, er tað ikki fyritíðarpensjónistar sum eiga at vera fyrst fyri.
- Uppskotið um at avtaka javningina av fyritíðarpensjónini og øðrum veitingum er við til at gera Føroyar til eitt samfelag, har gjógvin millum tey, sum hava og tey sum ikki hava, gerst størri og størri, sigur Sonja J. Jógvansdóttir.
Samtak fýlist eisini á ætlan landsstýrisins at lækka stuðulin til mjólk og at hækka avgjaldið á olju.
- Úrslitið verður, at vit fáa ein eyka prísvøkstur á mjólk og olju, sum eru grundleggjandi og neyðturvuligar vørur hjá fólki – ikki minst í heimum við stórum barnafamiljum, leggur samskipari í Samtaki, aftrat.