Í gjár fingu Føroyar nýtt krígssavn

Fleiri hundrað fólk hátíðarhildu í gjár, at nýggja Krígssavnið lat upp. Eini 300-400 fólk og Sørvágs Tónleikarafelag fagnaðu í gjár nýggja Krígssavninum, sum lat upp í Miðvági.

Tá Savnið 40?45 lat aftur fyri umleið 15 árum síðan, slóknaði eisini dreymurin um eitt krígssavn í Føroyum í mong ár. Onkur roynd hevur verið gjørd til tess at birta lív í aftur, men til fánýtis ? til í dag.

Eftir at hornorkestrið hevði spælt, helt Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, røðu, har hann millum annað takkaði kommununum í Vágum fyri fíggjarligan stuðul.

Síðan segði Martin Næs frá mentamálarðanum nøkur orð, har hann staðfesti, at hetta er ?okkara krígssavn? í Føroyum.

Aftaná klipti Martin Næs snórin, og fólk streymaðu inn at síggja savnið, meðan onnur fingu sær okkurt gott undir góman.

Sonni Jacobseb hevur skrivað meira um tiltakið, og hetta kunnu vit lesa meira um í Sosialinum í vikuni, sum kemur.

Her á Portalinum ber til at síggja myndarøð frá hátíðarhaldinum.