- Gjørdist ógvuliga kløkk

Silja Hammer Matras er í løtuni í Italia, har ein jarðskjálvti herfyri rakti

- Eg kendi at alt rystist og eg leyp upp úr seingini lívsforskrekt.

Soleiðis lýsir Silja Hammer Matras upplivingina tá ein jarðskjálvti rakti Italia fyri nøkrum døgum síðani. Silja Hammer Matras er í løtuni búsitandi í Latina í Italia.

- Tað fyrsta eg gjørdi tá eg vaknaði og kendi alt ristast, var at ringja til mammu, sigur Silja Matras Hammer, sum gjørdist ógvuliga kløkk av hesi ógvusligu náttúruhending.

Latina er nakað sunnanfyri kjarnan í jarðskjálvtanum, sum gjørdi stóran skaða á býir í Italia. Býurin, har Silja er stødd, kendi ongan skaða av skjálvtanum, men hann føldist ógvuliga væl og tað var ein skakandi løta meðan tað gekk fyri seg.

- Her eru tey púra rólig, tí tey eru meira von við skjálvtar av hesum slag. Tey siga hendan ikki hava so nógv uppá seg sum aðrir hava havt og skilja meg kanska ikki, at eg var bangin, men hetta er fyrstu ferð eg upplivi nakað sovorðið, sigur Silja Matras Hammer.