Gjørdist nummar seks

- Tað var órímuliga óheppið, sigur Gudmund, sum hevði góða hond, men so koppaði alt og hann gjørdist nummar seks og tískil ikki millum teir 4, ið sleppa til Las Vegas at kappast í heimsins størstu pokerkapping.

- Ein sera góð hond, men ein sera óheppin leikur, og so var liðugt, men soleiðis er poker, sigur Gudmund, sum annars alla tíðina lá í fremstu røð og var chipleader.

- Eg eri als ikki professionellur pokerspælari, so tað var meira enn væntað, at eg kom so langt, men vónbrotið er eisini somikið størri, sigur Gudmund, sum ikki væntar, at hann sovnar enn á sinni í nátt. Eftir at fólk frættu um spennandi kappingina - eittnú á portlinum, og at Gudmund sat í Tvøroyrar Klubba, har alt sást á stórskíggja, gjørdist skjótt fult hús í klubbanum og øll fylgdu spent við. Sjálvt til síðsta leik, har alt eisini sá lovandi út, líka til eittans kort koppaði Gudmundi.

Hóast tað ikki eydnaðist at sleppa millum teir 4, ið sleppa til stóru kappingina, so er ikki vánaligt úrslit at gerast nummar 6, og Gudmund var eisni millum teirra, ið fingu lut í puljuni, og hann fekk tað aftur, ið hann hevði goldið inn, umframt eitt sera spennandi kvøld, har eisini onnur sluppu at fylgja við og merkja óføra spenningin, ið er , tá ein er so nær, men tó kann gerast so fjarur frá endaliga málinum.