Heldur enn at harmast um javnleikin, so tóktist Sámal Joensen hjá VÍF hampuliga nøgdur um, at tað eydnaðist VÍF at fáa eitt stig burtur úr dystinum móti Kyndli sunnudagin.
Vit áttu kanska at tapt handan dystin. Spælið var í øllum førum ikki nakað at reypa av, uttan at eg tó skal siga, hví so er. Men í øllum førum, so skora vit ov illa upp á møguleikarnar hjá okkum, og tí hevur spælið lyndi at troka seg saman á miðuni.
Men alt í alt, so haldi eg, at vit mugu vera nøgdir við stigið. Sjálvandi vildu vit helst havt tvey stig, men við javnleikinum, so hildu vit hóast alt fast um munin. Nú ræður um at rætta tankarnar móti komandi sunnudegi, tá vit á útivølli skulu takast við StÍF.