TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá VÍF, Inga Olsen sum sá sínar spælarar tapa oddadystin í SMS-deildini ímóti H71 27-29 (12-14) á heimavølli í Vestmanna.
Við støðuna 9-9 mátti Durita C. Jojic út við skaða, og Ingi Olsen staðfestir, at tað kostaði dýrt hjá VÍF at missa ársins verjuspælara farna kappingarár.
Ingi Olsen royndi seg við at fáa VÍF at mansverja toppskjúttarnir hjá H71, Mariu H. Weyhe og Maritu Mortensen, men hann staðfestir, at H71 er eitt nógv sterkari lið nú Maria H. Weyhe ikki longur er ein einmansherur hjá H71. Og hann krediterar eisini H71 fyri at spæla ein góðan dyst.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Maritu Mortensen.
HER ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Til ber eisini at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin.