Í Guatemala hava trygdardeildir tikið valdið í einum fongsi, sum fangarnir hava havt ræði á tey seinastu tíggju árini. Minst sjey fangar doyðu í samanbrestunum við trygdardeildirnar.
Myndugleikarnir í Guatemala siga, at fongslið hevur verið í fullkomiligum lógloysi. Tað vísti seg, at fangavørðarnir vóru sjáldan inni í fongslinum, men spákaðu uttanfyri og lótu fangarnar gera, sum teimum lysti. Tað stóð ikki á hjá fangunum at fáa ríkiligt av rúsevni inn um girðingarnar, og teir høvdu eisini sína egnu rannsóknarstovu til at gera ymisk rúsevni. Tíðindamenn, sum dittaðu sær at vitja fongslið, hava greitt frá, at teimum stóð í boði at keypa kokain, marihuana og onnur rúsevni.
Myndugleikarnir siga, at teir 80 vaktarmenninir, sum skuldu eitast at hava eftirlit við fangunum, verða nú ákærdir fyri líkasælu, og teir kunnu eisini vænta at verða ákærdir fyri at hava samstarvað við fangarnar.