Manchester United-spælarin Ji-Sung Park hevur skift bil. Orsøkin er, at Kia-bilurin hjá honum fekk ikki frið fyri liðfeløgunum, sum í heilum gjørdi seg inn á bilin. Park hevur Kia sum sponsor, og hann hevur brúkt ein av smærru bilunum hjá Kia til at koyra í. Liðfelagarnir í Manchester United hava fleiri ferðir verið úti eftir tí lítla bilinum, og teir hava tikið viskararnar og síðuspegl av bilinum og hava enntá punkterað hann. Nú hevur Park fingið sær ein størri Audi-bil at koyra í, og so vónar hann at fáa frið fyri teimum nasku liðfeløgunum.