Gjørdu seg inn á dagstovn

Ótangar høvdu sunnunáttina verið á vitjan við Dagstovnin við Kráir í Hvalvík. Her hava teir framt herverk og brotið fleiri rútar

112

Rógvi Nybo

[email protected]

Myndir: Rógvi Nybo


Sunnumorgun, stutt fyri døgurða, fekk leiðarin á Dagstovninum við Kráir ein ordans hvøkk. Hon varð tá uppringd av starvsfólki í dagstovninum, ið kundi greiða henni frá, at onkur hevði brotið sær veg inn í dagstovnin.

Tað vísir seg sum at ótangar hava verið á vitjan sunnunáttina, og at teir hava brotið fleiri rútar í tveimum úthurðum og í smærru úthúsunum, har børnini plaga at leika.

Løgregla úr Eysturoy og umboð fyri kommununa beinanvegin vórðu boðsend at meta um hvussu umfatandi skaðarnir vóru.

Eftir at hava kannað eftir inni í dagstovninum, metti løgreglan tó ikki at talan er um innbrot, men heldur um herverk.

- Upprunaliga fráboðanin var um innbrot, men kanningarnar vísa einki tekin á, at nakar hevur verið inni í dagstovninum, ella at nakað er stolið, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn.

Tá løgreglan var liðug við kanningararbeiðið, fóru fólk úr kommununi í gongd við uppruddingina og at seta fyri brotnu rútarnar, soleiðis at Dagstovnurin við Kráir kundi lata upp aftur í gjáramorgun. Av tí sama ávirkaði henda illgerðin ikki virksemið, og lat Dagstovnurin við Kráir upp aftur sum vanligt í gjáramorgun.