Í gjár hendi tað tvær ferðir, at bilar rendu á aðrar bilar, sum stóðu parkeraðir. Men bilførararnir, sum rendu á, søgdu ikki frá, men koyrdu av staðnum.
Løgreglan sigur, at í tí eina førinum sá tann, sum átti tann parkeraða bilin, at ein annar bilførari bakkaði á hann, men koyrdi avstað. Men hann fekk nummarplátuna á bilinum og sostatt fekst samband við bilføraran. Skaðin var ógvuliga avmarkaður, og partarnir eru samdir um skuldarspurningin, og hava avgreitt tað sínamillum, sigur løgreglan.
Í hinum førinum var talan um størri skaða, tí har reyk síðuspeglið, umframt ar bæði skermur og bakhurð fingu skaða.
Hetta var í Klaksvík og løgreglan hevur skrivað málið upp, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa fatur á bilføraranum, sum rendi á.
Løgreglan sigur, at tað hendir rættiliga ofta, at slík óhapp henda, har parkeraðir bilar verða ákoyrdir, og fáa størri ella minni skaða, uttan at tann, sum renur á, sigur frá. Tað kann hugsast, at tað er ikki altíð, at tann, sum renur á varnast tað, tí tað er ymiskt, hvussi góða føling, bilføraar hava við bilinum, sigur løgreglan.