Føroyska taekwondo-felagið, Hwarang Føroyar, sum bleiv landskent eftir dokumentarin um krýndu gerandishetjuna, tann blaðunga Høgni Kunoy Dávason, hevur um vikuskiftið luttikið í danskari kapping við framúr góðum úrslitum.
Kappingin æt Esbjerg Cup, og av teimum 28 luttakandi feløgunum var Hwarang Føroyar, sum heldur til í Søldarfirði, mest vinnandi felagið í kappingini við 13 heiðursmerkjum av gulli, átta av silvuri og fimm av bronsu.
Heiðursmerkjayvirlit:
Ólavur Weihe gull í senior B-bólki - 74 kg
Henrik Weihe gull í B-bólki - 68 kg
Jenny á Lakjuni gull í veteranbólki B -57kg
Noomi K. Heradóttir silvur í veteranbólki A - 57 kg
Kristian Weihe bronsu í B-bólki - 41 kg
Anita Arge silvur í seniorbólki B -
Jónas Nilsen gull B-bólki - 37kg
Emily Troleis bronsu í B-bólki - 27 kg
Marius Jensen gull í B-bólki - 53 kg
Danjal Eli Poulsen silvur B-bólki - 45 kg
Paula k. Dávadóttir gull í B-bólki - 41 kg
Elinborg k. Dávadóttir gull í B-bólki - 44kg
Lý Zachariassen silvur B-bólki - 44 kg
Høgni K. Dávason gull í A-bólki - 53 kg
Oda Weihe gull í B-bólki - 51 kg
Mona Petersen silvur í B-bólki - 51 kg
Dominick Troleis Gull í B-bólki - 49 kg
Boas Høgnesen silvur í B-bólki - 49 kg
Jógvan á Lakjuni gull í B-bólki - 30 kg
Ísak Gregersen bronsu í B-bólki - 45 kg
Dávid á Lakjuni bronsu senior A-bólki - 58kg
Mira Guðjonsón silvur í A-bólki - 68 kg
Annika Joensen gull í veteran B-bólki + 67kg
Helena Joensen gull í B-bólki - 31kg
Miriam Poulsen silvur í B-bólki - 31 kg
Gurið Samuelsen bronsu í veteran B-bólki + 67 kg