Landsliðsvenjarin, Dia Midjord, sigur, at tað fyrst og fremst eru praktisk viðurskifti, sum gera, at hann ikki hevur sett meira enn tann eina spælaran av hondbóltslandsliðnum hesaferð.
- - Tað eru praktisk viðurskifti sum gera, at bara ein spælari er avsettur hesaferð. Men hinir spælararnir verða eisini revsaðir komandi dystirnar, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari við Rás2.
Sum skilst eru bara 18 spælarar meldaðir til undankappingina. Umframt leikbannini, sum skulu gevast, eru eisini avboð av øðrum ávum hesaferð, og tí sigur landsliðsvenjarin tað vera ógjørligt at at seta sjey spælarar av ísenn.