Gjaldførið hjá nógvum fiskavirkjum er hart spent

- Tað tykist, sum um kappingin um rávøruna við útlandið er munandi harðnað, og tølini benda á, at virðisøkingin samanborið við vøksturin til lønir og aðrar útreiðslur ikki er nóg stór. Tí eru virkini ikki í nóg stóran mun kappingarfør, tá ið ræður um at kappast við útlendskar keyparar um rávøruna

Fiskavirkini

Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hevur nú eisini latið úr hondum roknskapargreiningina yvir fiskavirkini, árini 2000-2004.
Greiningin fevnir um tilsamans 10 feløg í 2004 og byggir á almennu roknskapirnar fyri árini 2000-2004. Við í greiningini eru eisini aðrir upplýsingar, sum grannskoðarafelagið hevur frá teimum feløgum, sum í sínum ársroknskapi ikki upplýsa eitt nú ráfiskanøgd, nettosølu og ráfiskakostnað.
Virkini, sum eru við í greiningini, eru P/F Kósin (16,5% av ráfiskinum í 2004), P/F Føroya Fiskavirking (48,5%), P/F Fiskavirkið (8,9%), P/F Vaðhorn Seafood (3,3%), P/F Delta Seafood (5,1%), P/F Sandoy Seafood (9,0%), P/F Norðís (2,8%), Sp/f Eystís (við frá 2000, 1,6%), P/F Vestís (við frá 2002, 0,0%), P/F Suðurís (við frá 2002, 0,0%), P/F Palm Seafood (0,0) og P/F FarIta (við frá 2001, 2,2%).
Tey virkir, sum onga rávøru hava keypt í 2004, hava einki virksemi havt í 2004.
- Roknskapirnir hjá luttakandi feløgunum eru uppsettir ymiskt, og hetta kann føra við sær, at feilir kunnu vera í samanlagda roknskapinum fyri øll feløgini, men hetta hevur helst ikki so stóran týdning, heldur grannskoðarafelagið.
Víst verður á, at í mun til seinastu roknskapargreining, eru Palm Seafood og Suðurís ikki við fyri 2004. Fiskavirkini, Vestís, FarIta og Suðurís eru tikin við í greiningina frá og við roknskaparárinum, tá ið raksturin av hesum virkjum byrjaði.
Hesi 10 feløgini umboða í 2004 tilsamans 86,8% av fiskaframleiðsluni í Føroyum.

Hørð kapping
Eins og í greiningini av fiskiskipaflotanum, leggja Rasmussen & Weihe dent á, at roknskapargreiningin av fiskiídnaðinum skal geva lesarum møguleika at gera sínar egnu niðurstøður.
- Tí hava vit ikki eina eintýdda niðurstøðu um gongdina. Vit kunnu tó staðfesta, at virkini sum heild hava verið fyri eini stórari framgongd árini frá 2000-2001. Í 2002 vendi framgongdin til eina lítla afturgongd, og í 2003 hevur afturgongdin verið so stór, at samlaði raksturin hjá virkjunum gav eitt lítið hall og í 2004 høvdu virkini stórt hall.
Tað tykist, sum um kappingin um rávøruna við útlandið er munandi harðnað í 2002 og serliga í 2003 og 2004.
- Tølini benda á, at virðisøkingin samanborið við útreiðsluvøksturin til lønir og aðrar útreiðslur ikki er nóg stór, og tí eru virkini ikki kappingarfør í nóg stóran mun, tá ið ræður um at kappast við útlendskar keyparar um rávøruna.

Spent gjaldføri
Rasmussen & Weihe vísa eisini til ársfrágreiðingina hjá Føroya Ráfiskakeyparafelag fyri 2004.
- Í ársfrágreiðingini verður víst á, at tað serliga eru fýra faktorar, sum ávirka kappingarførið hjá føroysku flakavinnuni. Lønarvøksturin hevur verið stórur tey seinastu árini, virðið á amerikanska dollaranum hevur verið rættiliga lágt, og støddin á fiskinum, serliga upsanum, er fallin munandi seinastu árini.
Ráfiskakeyparafelagið metir tí, at framtíðarútlitini tískil benda á eina afturgongd, um ikki eydnast virkjunum at virka fiskaúrdráttir, sum skapa størri avkast ella, at marknaðarfyritreytirnar broytast, samstundis sum útreiðsluvøksturin verður tálmaður.
- Virkini eru sum heild rímiliga væl konsolideraði, og mugu tí metast at vera væl fyri til at ganga eini afturgongd á møti, tó við einstøkum undantøkum.
Víst verður á, at nógvar íløgur eru fíggjaðar yvir raksturin, samstundis sum fígging av goymslum og skuldarum setir alsamt størri krøv til rakstrarfígging.
- Tí kann roknast við, at gjaldførið hjá mongum virkjum er hart spent, heldur grannskoðarafelagið.