Gjaldsjavnahall!

1,7 millión gjørdist til 100 milliónir eftir hæli - óneyðugt

Marjus Dam,

løgtingsmaður



Kvettingarsamgongan hevur ein trupulleika afturat - gjaldsjavnahall. Peningur floymir nú skeiva vegin. Vit keypa fyri meira uttanlanda enn vit útflyta.

Brimil - møguliga orsøkin til hallið:

? Ólavur Halgi varð seldur fyri 1,7 milliónir krónur.

? Ætlanin var ístaðin at fáa eitt vaktarskip fyri einar 20 milliónir krónur - og Nólsoyar Páll varð keyptur. Hann kom ongantíð at sigla - og endurgjald varð fingið fyri keyp av skipinum frá franska klassanum.

? Síðan skuldi eitt nýtt vaktarskip byggjast fyri 40 milliónir. Tað mátti fyri alt í verðini ikki byggjast í Føroyum - men heldur ikki har tað kundi byggjast bíligast.

? Tað varð tí bygt Noregi og kostar umleið 100 milliónir krónur. Tað liggur bundið við norska kei - og bjargar ongum. Tað er helst eitt gott og snotiligt skip. - tað vilja vit vóna - tí tað kostar nærum sum nýggjasti rækjutrolari okkara.

Sambandsfloksins loysn: Sambandsflokkurin tók undir við eini skilagóðari loysn, nevniliga at nýta Beskytteren, ið vit fingu fyri at kalla onki. Men av tí, at talan var um danskt skip, var hendan loysn avskrivað av loysingarsamgonguni.

? Um okkara loysn var vald, høvdu vit havt eitt gott og bíligt vaktar og bjargingarskip!

? Onki gjaldsjavnahall hevði verið.

? Sambandsloysnin hevði nú verið ein góð loysn- sum vanligt.

? Loysingarpolitikkur vísir tað altíð í tølum, tá 1-2 ár eru liðin.