Gjaldsportrið í Saksun sleppur at standa – í hvussu so er fyribils

Lógin er ógreið - og ein máti kann vera at leggja tað fyri rættin

Nóg umstrídda gjaldsportrið í Saksun fær frið at standa – í hvussu so er fyribils. Tað sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. Tað hevur elvt til nógv kjak, at bóndi í Saksun er farin at krevja 75 krónur frá teimum, sum vilja sleppa ein túr út á lónna í Saksun.

 

Nógv fólk hava kravt, at portrið verður tikið niður og landsstýrismaðurin í búnaðarmálum, Helgi Abrahamsen, er eisini komin til ta niðurstøðu, at portrið helst er ólógligt. Men fyri at fáa tað staðfest, skuldi ein útgreining gerast fyri at fáa eina endaliga niðurstøðu um portrið er lógligt, ella ikki. Og er niðurstøðan at tað er ólógligt, skal støða eisini takast til, hvør er tann rætti myndugleikin at gera nakað við tað.

 

Hinvegin hava tey í Hagafelagnum heitt á Búnðarstovuna um at syrgja fyri, at portrið verður  niðurtikið. Men tað verður av ongum, í hvussu so er ikki enn, sigur Tróndur Leivsson.

 

Hann vísir á, at lógin er ógreið á hesum øki og tí bíða tey við at taka nakra støðu til útgreiningararbeiðið hjá landsstýrismanninum er liðug – og tað er hon ikki enn. Fyrr enn hon er liðug og ein endalig niðurstøða fyriliggur, verður einki gjørt, sigur hann.

 

Hann sigur, at lógin er ógreið á hesum øki. Eftir teirra tykki hevur almenningurin ongantíð havt rætt til at ganga í haganum, men hinvegin er hava fólk altíð gingi í haganum óátalað, og spurningurin er eisini, nær fólk hava vunnið sær hevd, ella rætt, til tað.

 

Hann heldur, at ein máti kundi verið, at málið verður lagt fyri rættin at taka støðu til, tí tað er vanlig mannagongd í einum rættarsamfelagi, sum okkara. Ein máti kundi verið, at onkur, sum ikki er sloppin í hagan, uttan at rinda fyri tað, meldar bóndan, ella at ein bóndi, sum hevur eitt gjaldsportur, meldar onkran, sum ikki vil gjalda.

 

– So høvdu vit fingið hetta stríðsmálið endaliga avgreitt, heldur stjórin Búnaðarstovuni.