Gjaldstovan ávarar

Langa og bindandi leiguavtalan talar fyri, at landsstýrið í veruleikanum fer undir fíggjarliga leasing, sigur Gjaldstovan í hoyringssvari

Leisturin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fær ávaringarlampurnar at blinka á Føroya Gjaldstovu. Sambært hoyringssvarinum hjá Gjaldstovuni er reelt talan um at landsstýrið fer undir fíggjarliga leasing av einum nýggjum havrannsóknarskipi.
Tað er serliga tann langa leiguavtalan, upp til 20 ár, sum fær Gjaldstovuna at rópa varskó. Gjaldstovan vísir á, at vanliga verður mælt stovnum frá at gera leigusáttmálar, sum eru longri enn 10 ár, tí tá er sáttmálin at líkna við keyp.
Gjaldstovan vísir eisini á ræðisrættin yvir aktivinum, serliga rættin um afturkeyp, skylduna at rinda íløguna aftur so at siga alt avskrivingarskeiðið og at aktivið er specifikt og júst til endamálið hjá Havstovuni.
Tað einasta, sum sambært Gjaldstovuni talan fyri einum vanligum leigumáli er, at Havstovan ikki brúkar skipið alt árið. Viðmerkingarnar í lógaruppskotinum leggja upp til, at privati eigarin kann brúka skipið til onnur endamál í tríggjar mánaðir í tíðarskeiðnum frá november til februar.

Fíggjarlógin
Í sínum hoyringssvari minnir Gjaldstovan á, at tá talan er um fíggjarliga leasing, so skal øll útreiðslan takast við á fíggjarlógina. Fíggjarlig leasing er stórt sæð tað sama sum at eiga, staðfestir Gjaldstovan, sum minnir á tær reglur, sum eitt nú eru settar í kommunalu roknskaparkunngerðina, ið aftur byggir á somu meginreglu sum fyri landið. Somuleiðis vísir Gjaldstovan á aljtóða roknskaparreglur, sum vísa á týdningin av at taka leasing-útreiðslur við sum ogn og skuld:
- At halda leasingsáttmálar uttan fyri fíggjarstøðuna verður kallað at ”slanka fíggjarstøðuna”, og sostatt sæst ikki veruliga lánistøðan hjá roknskapareindini, staðfestir Gjaldstovan.